Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Ferðavinna

Spurningar:
1. Hvussu nógv ársverk eru í ferðavinnuni?

2. Hvussu nógv útlendsk starvsfólk arbeiða í ferðavinnuni samanborið við talið av ársverkum í vinnuni?

3. Hvat er miðalinntøkan fyri ein persón, sum arbeiðir í ferðavinnuni, og hvat er median inntøkan?

4. Hvussu er fordeilingin av størvum í ferðavinnuni, býtt uppá økir í landinum?

5. Hvussu nógvar fyritøkur í Føroyum eru skrásettar sum ferðavinnufyritøkur?

Viðmerkingar:
Ferðavinnan er framvegis ein lutfalsliga nýggj vinna í Føroyum. Av fleiri verður roknað við, at hendan vinnan skal vera/fer at verða okkara triðja bein at standa á, búskaparliga.

Men hvussu sær hendan vinnan út, og hvussu er hon skipað.

At tað eru fleiri útlendingar í starvsfólkahópinum hjá ferðavinnu-aktørunum er eyðsæð. Vit leggja merki til tað, tá vit mugu tosa eitt nú enskt á eini matstovu ella á einum hotelli. Men spurningurin er, hvussu stórur partur hetta er av starvsfólkunum í vinnuni.

Eisini er áhugavert at fáa at vita, um henda vinnan er á sama støði sum aðrar vinnur, tá talan er um inntøku og inntøkubýti, og hvar hendan vinnan er staðsett.

Á Løgtingi, 16. februar 2024
Árni Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo