40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í 2020 fekk umboðsmaðurin 109 klagur. Av hesum 109 klagunum vóru 96 endaliga avgreiddar innan 31. desember.

Harumframt vóru avgreiddar 12 klagur frá undanfarnu árum.

Umframt tær ítøkiligu klagur, sum umboðsmaðurin fekk í 2020, tók umboðsmaðurin 8 mál upp av egnum ávum.

Av hesum slagi av málum vórðu 5 endaliga avgreidd við árslok, umframt varð eitt mál avgreitt frá undanfarna ári.

Talið av klagum er væl hægri enn í 2019 og seinastu undanfarnu árini, og er hetta hægsta tal av klagum, sum umboðsmaðurin hevur fingið, síðani stovnurin byrjaði í 2001.

Serliga nógvar klagur eru á barnaverndarøkinum og á kommunala økinum.

Av klagunum, sum vóru avgreiddar í 2020, endaðu 22 við áliti, 73 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 13 klagur vórðu avvístar.

Ársfrágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo