Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Javier Milei ætlar at barbera almenna sektorin inn á bein, og fyri at seta striku undir tað í valstríðnum plagdi hann at hava eina motorsæð hjá sær, klárur at fara til verka.

Fólk í Argentina stríðast við risa prísvøkstur sum er yvir 140% árliga. Yvir 40% av teimum 45 milliónunum, sum búgva í landinum, eru beinleiðis fátøk.

53 ára gamli Javier Milei hevur lovað at avtaka pesoin og seta amerikanskar dollarar ístaðin. Eisini skal tjóðbankin, sum hann sigur hevur ábyrgdina av prísvøkstrinum, skal avtakast.

Nýggi argentinski forsetin hevur stundum verið róptur argentinski Donald Trump, og eisini samanborin við brasilska Jair Bolsonaro. Bæði Trump og Bolsonaro vóru ímillum teir fyrstu at ynskja Javier Milei tillukku við valinum, skrivar dr.dk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo