40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag, 23.07.2020 stóð soleiðis á r7.fo: ”Nýtt altarklæði í Havnar kirkju”.

Víðari í tekstinum stendur: ”Komandi sunnudag vígir Jógvan Fríðriksson biskupur eitt nýtt altarklæði í Havnar kirkju.” 

Og: ”Myndevnið er Ólavur Heilagi,...”

Og: ”Kirkjuráðið hevur í longri tíð arbeitt við eini ætlan um at fáa eitt nýtt altarklæði í kirkjuna, sum kann verða brúkt á ólavsøku og til hátíðarløtur í kirkjuni.”

Tá eg las hesa grein, so haldi eg meg ikki minnast, at eg havi flent so nógv í áravís.

Eg trúi ikki at nakað so barnagtigt kundi lata seg gera av vaksnum fólki, har tey allarflestu allarhelst hava góða útbúgving.

Biskupur á odda, við síni áralangu theologisku útbúgving átti at vita, at slíkt hevur ikki grundarlag í Bíbliuni.

Men er man innsettur av menniskjum, ja, so má man lata seg stýra av menniskjum.

Og minnist til eitt: sjálvt klókastu menniskju gerast fjákut og missa vit og skil, táið tey gerast religiøs.

Men Andi sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa, stendur í sterkari kontrast til religøsar ondsmaktir!

Táið hesin sunnudagur upprennur, so fara allarhelst nógv religiøs krokudillutár at renna niður eftir vangunum, og somu religiøsu menniskju fara at verða rørd inní sálina, men sjálvsagt ikki vegna Guds grípandi evangelium, sum ápostlarnir og profetar Harrans trúu og praktiseraðu.

Í slíkum høpi høvdu teir sjálvsagt ikki luttikið!

So varð Ólavur hin heilagi nevndur.

Ólavur hin heilagi varð kanoniseraður/gjørdur til halgimenni, millum annað tí, at hansara skegg vaks í langa tíð eftir hansara deyða, og tað sama er við Ólavs kirkjum og Ólavs dýrkan og øðrum Sardes kirkjum og samkomum, at tær vaksa best og fáa mest umtalu, eftir at deyðin hevur funnið sær stað.

Men summurin av sumarum er, at alt slíkt er fyri ein ”ókendan Gud”.

Høvdu tit kent sannleikan og orðið, so høvdu tit ikki slíkt altar(klæði). Ápostl.17.23.

Jógvan biskupur og hansara fólk, eg ynski tykkum herliga vígslu!

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo