Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein meiriluti í fyrra kamarinum í franska tjóðartinginum hevur longu samtykt lógina, og tí skal hon nú gjøgnum eina atkvøðugreiðslu afturat í seinna kamarinum, har hon sambært AFP væntandi eisini verður samtykt, og síðani kemur í gildi í februar.

Lógin skal verja skúlabørn ímóti happing.

- Vit fara ongantíð at góðtaka, at okkara børn fáa lívið oyðilagt at happing, segði útbúgvingarmálaráðharrin, Jean-Michel Blanquer tá lógaruppskotið var til viðgerðar.

Í serliga grovum málum er revsingin upp til trý ár handan rimarnar og bót upp til 335.000 krónur. Kann tað prógvast, at onkur er deyður fyri egnari hond tí tú happaði viðkomandi kanst tú fáa upp í 10 ára fongsulsrevsing, ásetur lógin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo