Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sí fleiri myndir her

Í sambandi við almennu vitjanina hjá Fríðriki krúnprinsi og húski hansara í Føroyum, vitjaði krúnprinsurin Róðrarfelagið Knørr í Havn ávegis út í Tinganes.

Kappróðrarbátar høvdu tikið ímóti kongsskipinum, og uttan fyri neystið heilsaði formaður felagsins, Sámal Kristiansson, krúnprinsahjúnunum vælkomnum.

Í neystinum greiddi Heini Hátún hugfarsliga frá um føroyskan kappróður, og Eva Højgaard Lisberg handaði krúnprinsinum borðabát sum gávu frá Róðrarfelagnum Knørri. Alfred Gullbein hevur smíðað.

Krúnprinsahjúnini vóru ógvuliga fyrikomandi. Tey vóru sera áhugað í at hoyra meira um kappróður og góvu sær góðar stundir at práta um føroyska róðrarmentan. Danir eru stinnir í kappróðri sjálvir, og krúnprinsurin er ítróttamaður, so tað fall honum lætt.

Krúnprinsahjúnini hildu so leiðina víðari út í Tinganes, har løgmaður var vertur fyri móttøku.

Saman við borðabátinum, sum latin varð krúnprinsinum, hevði Róðrarfelagið Knørrur latið gera prýðisrit, sum vit endurgeva niðanfyri.

--

Í kjalarvørrinum á føroyska bátinum stigu vit fram sum tjóð

Gáva frá Róðrarfelagnum Knørri í Havn til tygara kongligu hátign, Fríðrik krúnprins, í sambandi við almenna vitjan krúnprinsins við húski í neysti felagsins í Havn tann 23. august 2018.

Tygara kongliga hátign, krúnprinsurin.

Henda borðabát, sum vit geva tær, hevur Alfred Gullbein telgt og laðað úr træi í 2017. Tað síðsta verkið av mongum, nú hann sum gamal abbi stingur knívin í lumman eftir langt og skapandi lív.

Alfred er føddur í 1933 á Oyrarbakka og uppvaksin í Nesvík. Fór í læru á snikkaravirkinum í Hornabø í Havn sum 14 ára gamal og arbeiddi har leingi. Fekk familju og stovnaði síðan egið virki niðriundir í húsunum undir Varða í Havn, ið brátt fyltust av frískligum viðaranga og melodium frá hamrum og røskum snikkarasveinum. Um aldarskiftið bleiv hann sekstisjey og gavst við professionella snikkarayrkinum. Tá hevði hann sett hurðar og sprossavindeygu í allar Føroyar, tak nú varðveitingarverdu húsini úti á Reyni, í Tinganesi, Kirkjubø og Koltri.

Bátasmíðið hevur hann havt framíhjá, bæði brúksbátar og modellbátar og hevur eisini undirvíst í kvøldskúlanum í bátasmíði. Bátarnir fara nú sum fríir fuglar um havið og prýða skúlar og heimastovur sum vakrar klenodiir. Og men um ikki ein modellbátur hongur sum kirkjuskip í Ølsted kirkju uttan fyri Aarhus. Ein gáva frá tjørnuvíkingum, tá teir gjørdu eina kingoferð hagar. Soleiðis knýtast fínir træðrir millum mentanir okkara.

Hesin, sum givin er tygara kongligu hátign, er eitt seksmannafar við segli. Eitt umboð fyri aldargamalt føroyskt bátasmíð og ein ambassadørur fyri dagsins kappróður og teir bátar, sum forfedrar okkara søktu sjógvin við. Har vit halda á steypum og teir livdu og lótust til at matføða seg og síni og til at byggja land okkara, Føroyar.

Í kjalarvørrinum á føroyska bátinum stigu vit fram sum tjóð.

Harrin fylgi tygara kongligu hátign og húski tygara á lívsins leið,

Róðrarfelagið Knørrur í Havn

Sí fleiri myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo