Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit skulu ikki liggja á boðunum, um størsta avbjóðingin í Kollafirði er vantandi byggilendi. Vit heita tí nú á Búnaðarstovuna um at útvega tvey stór lendi og vóna, at kollfirðingar vilja virka við til eitt gevandi samstarv.

Eg haldi framvegis, at talan var um ein frálíkan borgarafund í Kollafirði í vikuni. Vit fingu greidliga staðfest trupulleikarnar og møguleikarnar við íbúðarbygging. Vit fingu plaserað eldradepilin, fingu staðfest gagnsnýtsluna av heita vatninum og lýst ætlaninar viðvíkjandi barnagarðinum og frítíðarskúlanum.

Aftaná fundin er kortini ógvusligi pástandurin hjá trimum umboðum fyri kollafjarðarnevndina, at ‘Tórshavnar kommuna hevur vanrøktað Kollafjørð í 20 ár’.

Eg fái meg ikki til at trúgva, at vanligi kollfirðingurin tekur undir við hesum. Hetta var ikki tað, eg fekk burturúr borgarafundinum. Gamaní rópti onkur hart, tó uttan at siga nakað serligt, og onkur uttanveltað róptu so hart, at fundurin onkra løtu fekk brá av einum tilætlaðum politiskum valfundi. Men lat tað fara.

Ein av grundhugsanunum í samstarvsavtaluni, sum lá til grund fyri samanleggingini av kommununum í 2001 var, at tænastustøðið skuldi vera tað sama í øllum pørtum av kommununi. Tískil eru stórar íløgur gjørdar í Kollafirði hesi árini. Bygdin er væl útbygd við kommunalum tænastum.

Tað er heldur ikki soleiðis, at ongin arbeiðir fyri Kollafjørð. Á borgarafundinum sást, at t.d. tekniski stjórin, býararkitekturin, byggimálsdeildin og trivnaðarfyrisitingin øll áhaldandi arbeiða við at loysa átrokandi mál í Kollafirði. Hesi mál fylla sera nógv, eitt ótal av fólki arbeiða við hesum málum, og her koma stórar íløgur aftrat í nærmastu framtíð.

Hagtøl eru ofta takksom. Í 2010 vóru 110 børn undir skúlaaldur í Kollafirði, í 2017 vóru 83, og 1. januar í ár vóru 103. Hyggja vit at skúlaungdómum, so vóru 135 í 2010, 130 í 2017 og 125  1. januar í ár. So hetta er ikki akkurát nøkur kreppa, sum ikki kann rættast uppá.

At samanbera Strendur og Kollafjørð viðvíkjandi lendi er rættiliga høpisleyst. Útbyggingin á Strondum er úrslit av eini miðvísari strategi í sambandi við undirsjóvartunnilin. Á Strondum er nógv frálíkt byggilendi tøkt og har er á leið helvt um helvt lands- og ognarjørð. Í Kollafirði er lítið av vælegnaðum byggilendi, 51 merkur í jørð, harav tær 50 eru landsjørð, sum festarar sita á.

Ein mørk er ogn. Men tað er ikki einfalt at útvega ognarjørð. Sum dømi kann eg nevna, at í sambandi við vatnveitingina varð eitt stykki av ognarjørð eftir samráðingar í fleiri ár ognartikið fyri 12 árum síðan. Málið hevur koyrt síðan og kemur nú fyri landsrættin.

Viðvíkjandi landsjørðini skal eitt munandi meira gevandi samstarv til, til tess at útvega byggilendi fyri rímiligar upphæddir. Kollfirðingar verða noyddir at taka í egnan barm og sjálvir viðvirka til eina loysn. Og hevur kollafjarðarnevndin nakað konkret uppskot, so taka vit ógvuliga fegin ímóti.

Okkara býararkitekur legði á borgarafundinum fram eitt yvirlit yvir øll egnað øki til byggilendi í Kollafirði. Kommunan eigur sum er bara eitt øki í Kollafirði, tað er omanfyri Lygnes. Her eru higartil tvær royndir gjørdar at gera eina fjølbroytta ibúðarbygging, uttan áhuga. Vit fara tó at kanna, um Bústaðir vil gera eina roynd saman við okkum á hesum matriklinum.

Hesi trý umboðini fyri kollafjarðarnevndina krevja, at umsitingin skal seta í minsta lagi eitt starvsfólk, bara til at menna Kollafjørð. Tað átti at verið óneyðugt, tí síðan áðrenn samanleggingina hevur Kollafjørður bæði havt valdan býráðslim – fleiri ár í meiriluta - og eina ráðgevandi kollafjarðarnevnd, sum hava havt og framvegis hava allar møguleikar at koma við hugskotum og loysnum. Vit hava tó enn ongantíð sæð eitt haldbært uppskot frá teimum um, hvussu vit útvega byggilendi í Kollafirði.

Býararkitekur okkara legði á borgarafundinum fram yvirlit yvir øll potentiel byggiøki í Kollafirði. Av hesum hava vit nú valt út tvey vælegnað øki til stórar útstykkingar, sum vit nú fara at søkja Búnaðarstovuna um at yvirtaka. So er tað upp til Búnaðarstovuna og festararnar í Kollafirði. So fáa vit at síggja, hvussu verður við vælvildini.

Legði til merkis, at Signar í Homrum í samrøðu í útvarpinum í morgun - kanska í skemti - segði, at nógvastaðni í Kollafirði hevði ikki líggi verið á bønum í 30 ár. Tí helt hann, at teir, sum sita á jørðini, áttu at sýnt vælvild og latið nakað frá sær til bústaðabygging. Tað sjónarmiðið havi eg saknað at hoyra.

Eg haldi framvegis, at tað stendur rættiliga væl til í Kollafirði. Her hendir nógv og her eru stórar ætlanir. Og ikki minst, fyri enn einaferð at sitera Signar í Homrum, er talan um eitt “fremragandi fólkaslag”. Og eg ivist onga løtu í, at vit skjótt í siðiligum samstarvi fara at loysa bæði bústaðarbyggingina og allar aðrar avbjóðingar í felag.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo