Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nudlavirkið: Føroyar hava fingið ein nýggjan podd um marknaðarføring og samskifti. Tað eru Teitur Ellingsgaard, stjóri í Buust, og Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum, ið standa aftan fyri poddin. 

Fyrsti partur er nú tøkur á stroymingartænastum. Her er evnið Super Bowl lýsingar. 

Stóra amerikanska fótbóltsfinalan er eitt av heimsins mest sæddu beinleiðis sjónvarpssendingum, og tí er hetta eitt sera væl umtókt lýsingapláss. Somikið væl umtókt, at lýsingarnar í sjálvum sær eru vorðnar ein væl umtókt sjónvarpshending, ið fólk gleða seg til í líka stóran mun sum sjálvan ítróttin. 

Nakrar av heimsins størstu fyritøkum skapa serligar lýsingar til júst hesa sendingina. Hesar lýsingar eru stór hitt á sosialu miðlunum og skapa kjak og yvirskriftir í miðlunum. 

Í fyrsta partinum er Høgni Berg gestur. Hann er íðin NFL-fjeppari, svorðin Super Bowl hyggjari og lýsingaráðgevi á Nudlavirkinum.

Til ber at hoyra fyrsta poddin her: https://www.buzzsprout.com/2353745/14887346

Ella fylgja í Lýsingini á Facebook her: https://www.facebook.com/ilysingini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo