Tað var Dánjal Tavsen, sáli, sum bygdi Smiðjuna á bryggjuni í Sørvági í 1958, og í morgin verður hon tikin niður.
Seinasti eigari av bygninginum var Jaspur Joensen, men í síðsta mánað keypti Sørvágs kommuna bygningin fyri góðar 400.000 krónur, til tess at fáa tikið bygningin niður.
Í byrjanini av 60-unum og út í 70-ini var nógv virksemi í hesum bygninginum hjá Dánjali Tavsen, sum tá hevði einar 7 lærlingar, tá ið teir vóru mest.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo