Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Haran.fo: Tað gongur eitt sindur striltið at fáa veiðutølini skrásett á heimasíðuni "haran.fo". Serliga í Vágum mangla nógvir hagar.

Haran.fo heitir tí á harumenn um at skráseta túrarnar, so tað verður ein meira fullfíggjað skráseting fyri Vágar.

...

Í Sørvági eru higartil skrásett veiðutøl fyri 2 hagar, so enn mangla úrslitini fyri hesar 6 hagarnar:

- Suðurtriðingur - Sunnaripartur
- Suðurtriðingur - Ytripartur
- Teigarnir
- Úttriðingur Selvíkar - Eystaripartur
- Úttriðingur Selvíkar - Vestaripartur
- Úttriðingur - Heimaripartur

Í Miðvági eru higartil bara skrásett veiðutøl fyri 3 hagar, so úrslitini mangla fyri hesar 6 hagarnar:

- Eggin
- Heimanhús á Fjøllum
- Nípan
- Norðaraleiti
- Tjørndalsegg
- Uttanhús á Fjøllum

Í Sandavági eru higartil bara skrásett veiðutøl fyri 6 hagar. Úrslitini mangla fyri hesar 5 hagarnar:

- Dalhagi
- Eyðansstovuhagi
- Gimbragonga
- Oyrargjáarhagi
- Slættaneshagi

Í Gásadali eru skrásett veiðutøl fyri 2 hagar, so tað mangla úrslit fyri hesar 3 hagarnar:

- Garðshagi
- Rygvíkshagi
- Uttanfyri í víkum

Í Bø eru allir hagarnir skrásettir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo