Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-085/2023 eftir § 52a í Tingskipanini frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum. Um ítróttafakliga útbúgving í Føroyum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað kundi verið áhugavert at byrja eina ítróttafakliga útbúgving í Føroyum – á Fróðskaparsetri Føroya?

2. Verður arbeitt við at seta á stovn slíka ítróttafakliga útbúgving í Føroyum? Um ja, nær kundi ein tílík byrja?

3. Hvør hevði kostnaðurin verið fyri at reka eina ítróttaútbúgving av slíkum slag, og kundi fígging fingist til vegar frá ymsum pørtum?

Svar
Til 1:
Sum útgangsstøði tykist tað mær áhugavert við einari ítróttafakligari útbúgving í Føroyum.

Hetta tí ítrótturin fyllir nógv í okkara samfelag, og tí vit eisini klára okkum væl í fleiri ymiskum ítróttagreinum, og harafturat spælir ítrótturin eisini ein týdningarmiklan leiklut, tá ið tað kemur til trivnað í okkara samfelag. Men skal ein ítróttafaklig útbúgving setast á stovn, krevur hetta fyrireiking, sum bæði krevur gjøllar kanningar av tørvi og ynski, umframt at tað eisini má gerast greitt, hvat fyri slag av útbúgving talan er um.

Á Fróðskaparsetri Føroya finst longu eitt sterkt granskingarumhvørvi, har ein slík útbúgving væl hevði kunnað ligið, sum hevði kunnað notið gott av og lagt afturat teirri heilsugransking, sum longu er á økinum.

Til 2: Tað verður ikki arbeitt við at seta eina ítróttafakliga útbúgving á stovn. Ikki tí man á Fróðskaparsetri Føroya ella í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum ikki ynskir eina tílíka útbúgving, men meira tí at eitt slíkt hugskot ikki hevur verið uppi og vent áður.

Um ynski er at stovna eina ítróttafakliga útbúgving, so krevur tað fyrst og fremst eina tørvsmeting, og um tørvur verður mettur at vera fyri einari slíkari, so krevur útbúgvingin eisini fyrireiking. Henda fyrireiking verður mett at taka á leið tvey ár.

Til 3: Fyri at kunna tosa um ein kostnað, er neyðugt at hava eina ítøkiliga útbúgving at fyrihalda seg til, og av tí at ein tílík ikki fyriliggur, ber ikki til at meta um kostnaðin av einari slíkari útbúgving.

Hvat uttanhýsis fígging viðvíkir, so hevur Fróðskaparsetur Føroya altíð møguleika fyri at finna uttanhýsis fígging, bæði tá tað viðvíkir gransking og útbúgving, so leingi fíggingin ikki ávirkar tær yvirskipaðu ætlanirnar, sum eru fyri útbúgving og gransking á Setrinum. Í hesum føri er ikki óhugsandi, at partar innan ítróttin høvdu havt áhuga í at fíggja eina tílíka útbúgving.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo