40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undirritaði hevur gjørt viðmerkingar til viðurskiftini í sambandi við tær útbyggingar sum fóru fram frá 10. januar 1985 til 18. januar 1989, serstakliga útbyggingar í Vágum, sum høvdu mín serstaka stóra áhuga sum landsstýrismaður í samferðslumálum.

Hetta fekk ein viðmerkjara at koma við hesum viðmerkingum til seinastu grein mína: (http://www.vp.fo/news/vidmerkingar-til-leidarin-vid-tunlum-skal-land-byggjast)

Æruna av, at Vágatunnilin bleiv gjørdur, eigur ongin annar enn vágafólk sjálvi.

Kommunurnar stríddust eini 6 ár, áðrenn hatta bleiv samtykt.

Handa samtykt var ikki so galin.

Har stendur eisini, hvør skal bera kostnaðin av viðlíkahaldi o.ø.; men so kemur fyrst hatta broytingaruppskotið, og síðani allar hinar kraddarabroytingarnar

Landsstýri og løgting hava víst so stak ljótan atburð móti vágafólki. Ein framferð sum ikki er nøkrum rættum føroyingi verdigur”.

Hugsaði við mær sjálvum, er hetta so allur sannleikin? Nei beint tvørturímóti. Tá samanum kom tóku øll umboðini í Felagskommununi í Vágum undir við uppskotinum: Løgtingsmál 114. Lán til tunnil um Vesmannasund, og hósdagin 9. juni 1988 var lógin endaliga samtykt á Føroya Løgtingi við 31-0 atkvøðum, og eg minnist ongan í Vágunum sum vóru misnøgd um hetta.

Undirritaði situr inni við rættuliga umfatandi tilfari um hesi viðurskiftir, og hendingarnar eg skal greiða frá eru bæði sannar og í trá við veruleikan, og kunnu skjalprógvast við nágreinligum skjølum.

Støðan var ikki góð
Týðiliga í 1985 tók undirritaði sum landsstýrismaður avgerð um at fara til Vágarnar at kunna meg um umstøðurnar har, og eg hugsi ikki at tað í dag er at ganga vágafólkið og nær at siga, at Vágoyggin var afturútsigld á so at siga øllum økjum. At koma vestur til Vágarnar var sum at koma eini 15 – 20 ár aftur í tíðina í Føroyum í mun til miðstaðarøkið. Tað sama upplivdi eg eisini tá eg sum smádrongur um summarið vitjaði í Sørvági.

Neyðugt við heildarætlan
Tí bleiv eg skjótt sannførdur um, at skuldi ein útbygging fremjast vestur í Vágum, so var neyðugt at fara grundleggjandi til verka, og skuldi hon eydnast til fulnar, so var neyðugt at fara grundleggjandi til verka, og skuldi hon eydnast til fulnar, so var neyðugt at fremja eina heildarætlan, eina menningarætlan fyri Vágar sum fevndi um:

  Stovnan av flogfelag
ⱱ  Bygging av hangari
ⱱ  Bygging av undirsjóvartunli um Vestmannasund
ⱱ  Yvirtóku tyrlu konsessiónir 02.10-1985
ⱱ  Keyp av tyrlu úr USA (Serligar orsøkir: ”lesa”)
ⱱ  Flyting av Tyrludeildini hjá SL til Vágar
ⱱ  Bygging av farmahøll
ⱱ  Bygging av ferðamannabáti til Mykinesar

Skuldi endamálið røkkast at endurreisa Vágarnar sum ein náttúruligan part av landinum, var neyðugt, at allir hesir tættirnir vóru loysir sum ein heild.

Í hesum umfarinum er ov drúgt at fara inn á allar partar av omanfyrinevndu málum, men bert staðfesta at tað ber til hjá almennu politisku skipanini, at menna økir í landinum sum eru afturútsigld, og tí verður ”bert” undirsjóvarunnilin um Vestmannasund umrøddur í hesum umfarinum

Søgan um undirsjóvartunnilin
Tá ið søgufrøðingar fara at viðgerða spurningin um okkara fyrsta undirsjóvartunnil, so er tað sera umráðandi at teir eisini síggja hesa útbygging sum eina heild – tí tað var soleiðis alt byrjaði. Ikki sum eitt einsamalt mál, men sum partur av eini størri heild, og fyri meg hevði tað stóran týdning at øll ætlanin bleiv framd.

Framskydir tingmenn: Vilhelm og Haldur
Sum fyrr fráboða byrjaði landsstýri sítt arbeiði miðskeiðis í 1985 at arbeiða við spurninginum um undirsjóvartunnil um Vestmannasund, og fyrstu ferð landsstýri frætti frá Felagskommununi í Vágum var í september 1986. Tað var ein frágreiðing frá P/F Arnfinnur Setberg, ráðg. verkfr. Í juni 1987 kemur næsta frágreiðingin, sum snýr seg um ein túr, ið Dánjal Poulsen og Arnfinnur Setberg gjørdu til Ålesund í Norra.

Men longur í 1978 høvdu tveir framskygdir tingmenn: Vilhelm Nielsen og Haldur Hansen sáli uppskot um heingibrúgv, og var tað júst hetta uppskotið sum førdu til, at eg sum landsstýrismaður fór undir sítt arbeiði um fast samband um Vestmannasund, hetta hóast fólk gjørdu gjøldur burtur úr uppskotinum.

Ótíðarhóskandi samband
Orsøkin var heilt einfalt tann, at SAM sum røkti farleiðina um Vestmannasund var gamal, ov lítil og ótíðarhóskandi. Neyðugt var tí sum skjótast at umhugsa nýtt skip, ella at finna alternativan møguleika til hesa farleið.

Undirritaði bað tí Búskapardeildina í landsstýrinum, Bjarna Olsen, búskaparfrøðing meta um fíggjarligu støðuna við nýggjum skipi. Niðurstøðan var greið: ”Íløgu- og rakstrarkostnaðurin fyri eitt útbygt ferjusamband er sett til ávikavist 60 mió. kr. 15. hvørt ár og 10 mió. kr. um árið”. Íløgu- og rakstrarkostnaður fyri verandi samband er sett til ávikavist 30 mió. kr. 15. hvørt ár og 6 mió. kr. Um árið”.

Tá hendan støðan var greið fór eg sum landsstýrismaður burturav at arbeiða við uppskotinum um tunnil um Vestmannasund.

Gott samarbeiði við Felagskommununa
Í hesum sambandi hevði eg eitt sera gott og tætt samarbeiði við Felagskommununa í Vágum, og lat ongan iva verða um nú tá eg sjálvur sum landsstýrismaður hevði tikið støðu til spurningin um undirsjóvartunnil um Vestmannasund, at vit høvdu felags áhugamál.

Miðskeiðis í 1986 bóðu Helgi Fossadal og Anfinnur Setberg um fund við landsstýrismannin í samferðslumálum, teir vóru fíggjarligu og tekniskir ráðgevarar hjá Felagskommununum í Vágum og greiddu frá sínari ætlan. Seinri komu frágreiðingar um 1) teknisku møguleikar, 2) hvussu arbeiði skuldi fíggjast og 3) hvussu arbeiði skuldi skipast o.s.fr.

Saman við tí tilfarið sum landsstýri hevði tøkt, høvdu kommunurnar einki ímóti at eg kundi gera brúk av tí tilfari sum tær høvdu framleitt.

Neyðugt við politiskari undirtøku
Ein av seinastu fundinum undirritaði hevði við Felagskommununa í Vágum úti í Tinganesi, áðrenn lógaruppskotið um lán til undirsjóvartunnil um Vestmannasund var lagt fram, gjørdi eg teimum greitt, at skuldi ein so kostnaðarmikil ætlan sum hendan eydnast til fulnar, so var neyðugt við politiskari undirtøku, og hana hevði ikki um tað mundi, neyðugt var við politiskari undirtøku frá politisku skipanini. Heitt var á umboðini fyri felagskommununa um at kunna sínar flokkar um ætlanina.

Uppgávan hjá mær sum landsstýrismanni var at sannføra tingmanningina í egna flokki , og síðani at fáa undirtøku fyri uppskotinum í landsstýrinum og samgonguni. Tað eydnaðist.

Fólkini aftanfyri Felagskommununa
Tað skal eingin ivi verða um, at Felagskommunan í Vágum gjørdi eitt gott og grundleggjandi arbeiði fyri at fremja verkætlana um undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Formaður fyri Felagskommununa var Johannus Ellefsen, og saman við honum Martin Nielsen sum umboðaðu Miðvágs Kommunu. Fyri Sørvág: Eyðun Thomassen og Dánjal Tausen. Fyri Sandavág: Jóanis Nielsen og Osmund Joensen. Fyri Bø: Elias Petersen og Gutti Petersen. Fyri Kvívík: Kristian Magnussen og Petur Múller. Eisini Helgi Fossadal, Arnfinnur Setberg og Dánjal Poulsen eiga tøkk uppiborna, eins og leikluturin hjá Karl Jóhan Nielsen, Vatnsoyrum og Carlot Joensen, Miðvágur ikki eiga at verða gloymdir. Teir vóru góðir stuðlar.

Tá lógaruppskotið var liðugt viðgjørt í landsstýrinum var greitt at politiskur meiriluti fekst ikki fyri øllum ynskjunum hjá Felagskommununi, men hóast hetta tóku øll undir við uppskotinum, soleiðis sum uppskoti bleiv orða: Løgtingsmál 114. Lán til tunnil um Vestmannasund, framlagt á Føroya Løgting, hósdagin 17. mars 1988.

..... og úrslitið kundi neyvan verði betri
Eisini í nærumhvørvinum hevur lokali kommunali myndugleikin fingið nógv burtur úr. Stórur partur av inntøkugrundarlagnum hjá kommununum í Vágunum stava frá hesum arbeiði, umframt at fólkatalið er vaksi munandi frá 1988 til 2020. Sama er galdandi við ferðafólkaflutningi til og úr Vágum, og at Vágarnar á ongan hátt kunnu metast at vera afturútsigldar í sama mun, sum mett frammanundan. Hetta var endamáli, og tað eydnaðist.

Hesar hendingar er eisini ein boðskapur um, at tað ber til at vera almennur politiskur myndugleiki og taka stig til arbeiðsskapandi tiltøk, eins og tað, uttan nakran sum helst iva, ber til á øðrum økjum eisini.

Rættar umstøður, góð fólk
Greitt er at skulu úrslit spyrjast burtur úr slíkum ætlanum, so er neyðugt at røttu fólkini, røttu umstøðurnar og viljin at náa úrslitum eru til staðar.

Hetta er søgan. Hon kann ikki sigast øðrvísi. Kringumstøðurnar góvu okkum møguleikan og teimum tóku vit av. Rættar umstøður, góð fólk – gott úrslit.

Lasse Klein, fyrrv. Landsstýrismaður í samferðslumálum

Les eisini: http://www.vp.fo/news/vidmerkingar-til-leidarin-vid-tunlum-skal-land-byggjast

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo