Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-079/2023 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, frá Sólvit E. Nolsø, løgtingsmanni, um bíðilista hjá Bústøðum

Spurningar:
1. Er ætlanin at broyta mannagongd, so tey, ið ikki eiga bústað frammanundan, sleppa framum á bíðilistanum hjá Bústøðum?

2. Hvussu nógv fólk standa á bíðilistanum hjá Bústøðum?

3. Hvussu nógv minkaði bíðilistin hjá Bústøðum í 2023?

Svar:
Til spurning 1:

Vit vita, at sjálvt grundarlagið undir trivnaði hjá fólki er at hava ein hóskandi og tryggan bústað. Í løtuni er bústaðarmarknaðurin sera einstáttaður, meðan familjumynstrini, tilveran og ynskini eru nógv meir fjølbroytt. Tí mugu vit fremja bústaðarpolitisk átøk, ið økja munandi um talið av bústøðum og skapa meir fjølbroytni og fleksibilitet á bústaðarmarknaðinum.

Í 2021 varð løgtingslógin um Húsalánsgrunnin broytt soleiðis, at Húsalánsgrunnurin sum meginregla skuldi hava privatar íleggjarar við í sínum bústaðaverkætlanum. Henda óskynsama treyt gjørdi, at ikki kundi arbeiðast til fulnar við at náa politiska endamálinum við Bústøðum, sum er at byggja heim til føroyingar.

Tí setti samgongan sær fyri beinanveg at fáa Bústaðir aftur á beint, og loysti longu síðsta vár almenna bústaðarfelag okkara úr hesum hafti. Næsta stig er at geva heimild til, at kommunurnar og Bústaðir saman kunnu stovna almannagagnlig bústaðarfeløg. Soleiðis verður nú møguleiki hjá Bústøðum at byggja einsamøll, at byggja saman við privatum íleggjarum umframt at byggja saman við kommunum. Harafturat útvega Bústaðir í samráð við Almannaverkið bústaðir til serligar málbólkar fyri 200 mió. krónur.

Í dag hevur Almannaverkið ávísingarrætt til fimtu hvørja íbúð, sum Bústaðir byggir. Hesir bústaðir eru markaðir til fólk, sum Almannaverkið í hvørjum einstøkum føri metir hava størst gagn av at fáa ávíst eina íbúð. Tí ber til at siga, at tey, sum sambært Almannaverkinum hava størstan tørv á einum bústað, altíð standa fremst á bíðilistanum.

Bústaðir metir ikki, at tað kemur ofta fyri, at fólk leiga hús út, samstundis sum tey búgva í íbúð hjá Bústøðum.

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at fólk vilja búgva til leigu annaðhvørt í styttri ella longri tíðarskeið. Fleiri dømir eru um eldri fólk, ið byrja við at leiga ein bústað, og sum eftir eina tíð selja húsini, tey áttu frammanundan. Møguliga høvdu hesi ikki flutt úr húsunum av fyrstani tíð, um møguleiki ikki var fyri at royna at búgva til leigu fyrst, áðrenn húsini skuldu seljast. Eitt annað hugsað dømi kann vera, at ein, sum eigur eini hús í Suðuroy, hevur fingið starv í Tórshavn í eitt ávíst áramál.

Viðkomandi vil ikki selja húsini, tí hon ætlar sær at flyta suður aftur, men leigar ístaðin húsini út til eina barnafamilju, sum hevur tørv á bústað í Suðuroynni hetta tíðarskeiðið. Ímeðan húsini verða útleigað, býr hon í einum leigubústað hjá Bústøðum í Tórshavn.

Nýtast hesi at leiga frá tí almenna, kann ein so spyrja. Og til tað er at siga, at tað eisini kunnu vera fleiri orsøkir til, at fólk vilja búgva í einum almennum leigubústað. Almenn bústaðafeløg tryggja, at tað eru hóskandi bústaðir tøkir til fólk við ymiskum fíggjarligum fortreytum. Tað er við til at minka um ójavnan og tryggja øllum eitt ordiligt stað at búgva. Eisini fylgir støðufesti og tryggleiki í bústaðarstøðuni við almennum bústøðum, tí vandi er ikki fyri at leigumálið verður uppsagt uppá sama máta, sum tá leiga verður frá privatum ikki-vinnuligum útleigarum.

Er tað nakað, sum arbeiðið við almennum leigubústøðum í grannalondum okkara hevur víst, so er tað, hvussu týdningarmikið tað er, at hava eina fjølbroytta samanseting av leigarum. Tí mugu vit, samstundis sum vit tryggja fólki tak yvir høvdið, eisini tryggja samanhangsmegina í samfelagnum.

Vit skulu eggja til, at vit í Føroyum búgva lið um lið, ung og gomul, hálønt og láglønt. Og málið er, at øll skulu hava møguleika at velja ímillum at eiga ella leiga.

Í stuttum kann sigast, at visjónin er, at almennir bústaðir ikki bara skulu vera fyri tey fáu, men at øll skulu kunna skriva seg upp til ein almennan bústað, um tørvurin í eitt styttri ella longri tíðarskeið er til tess. Men tað er sjálvsagt ikki endamálið, at tað at búgva í einum almennum leigubústaði skal blíva ein vinnuvegur fyri nakran. So um hetta verður ein trupulleiki, kann tað gerast neyðugt at endurskoða treytirnar aftur.

Men í løtuni verður ikki mett, at tað er skilagott at seta fleiri treytir fyri, hvør kann leiga frá Bústøðum, tá hetta verður mett at forða fyri smidleikanum og fjølbroytninum á bústaðarmarknaðinum. Eisini er ivasamt, um tað er skynsamt at brúka meir arbeiðsorku og umsiting upp á at heinta fleiri upplýsingar inn frá leigarum og hava eftirlit við teimum. Heldur eigur arbeiðsorkan sum nú, at verða brúkt uppá at fáa fleiri bústaðir til vega.

Leggjast kann afturat, at Bústaðir í næstum fer at málrætta tilboðini um íbúðir betri, so fólk á bíðilistanum fáa ein bústað í boði, sum í størri mun er í tráð við ynskini hjá leigaranum, ið verða skrásett tá ein verður uppskrivaður. Og fyri at minka um talið av húsum, ið standa tóm, hevur landsstýrið sett sær fyri at geva kommununum heimild at áseta bústaðarskyldu í nýggjum útstykkingum og tænastugjald á tóm hús. Væntandi koma hesi uppskotini í heyst og væntandi fara hesi uppskotini at minka um bráðfeingis tørvin á fleiri bústøðum og at syrgja fyri, at tørvurin hjá tí einstaka á einum hóskandi heimi í størri mun verður nøktaður.

Til spurning 2:
Sambært upplýsingum frá Bústøðum vóru 3.003 fólk limir í Bústøðum tann 22.01.2024.

Av teimum 3.003 limunum, vóru 2.011 skrásett sum býlissøkjandi, 534 vóru skrásett sum hvílandi limir í bústaðafelagnum, ið merkir, at tey ikki ynskja at fáa tilboð um bústað sum er, og 458 vóru skrásett sum leigarar.

Av teimum 2.011 býlissøkjandi limunum vóru 1.838 uppskrivað til eina vanliga íbúð, meðan 173 vóru uppskrivað til eina lestraríbúð.

Av teimum 543 hvílandi limunum vóru 428 uppskrivað til vanliga íbúð meðan 106 vóru uppskrivað til lestraríbúð.

Av teimum 458 leigarunum búðu 356 í eini vanligari íbúð og 102 búðu í eini lestraríbúð.

Til spurning 3:
Í tíðarskeiðnum frá 09.01.2023 til 22.01.2024 minkaði samlaða talið av limum í Bústøðum við 19 fólkum.

Listin við býlissøkjandi limum minkaði við 79, harav 77 høvdu verið uppskrivað til vanliga íbúð og 2 høvdu verið uppskrivað til lestraríbúð.

Listin við hvílandi limum vaks við 19, harav 14 vórðu uppskrivað til vanliga íbúð og 5 vórðu uppskrivað til lestraríbúð.

Talið av leigarum vaks við 41 og var her bert talan um vanligar íbúðir.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo