40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-088/2020 frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu, eftir Tingskipanini § 52 a. Fyrispurningur um verkætlanina Víkingaskip í Hovi, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni við uttanríkis- og mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu nógv er goldið út av stuðlinum til verkætlanina Víkingaskip í Hovi?

2. Hvussu nógvan fíggjarligan stuðul kunnu fyrireikararnir vænta sær til verkætlanina frá tí almenna?

3. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera, fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki?

Svar

Svar til 1:
Síðan 2019 hava kr. 150.000 árliga verið játtaðar á løgtingsfíggjarlógini at seta gongd á verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst í Hovi.

Felagið Víkingaskip fekk í 2019 útgoldið stuðulin, kr. 150.000, at seta gongd á verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst í Hovi. Í skrivi til felagið Víkingaskip í juli 2019 boðaði Mentamálaráðið frá, at stuðulin, kr. 150.000, skuldi brúkast til eina forverkætlan, ið á ongan hátt skuldi binda landið at játta stuðul til verkætlanina at byggja neyst og skip í fullari stødd.

Svar til 2:
Í sambandi við at felagið Víkingaskip í 2017 fór undir at søkja um stuðul til verkætlanina at byggja víkingaskip og neyst, fekk felagið skriv frá Mentamálaráðnum um at ráðið hevði í hyggju at stuðla verkætlanini við 3 mió. kr., treytað av, at Løgtingið tók undir við ætlanini. Talan var um eitt skriv at hjálpa felagnum at søkja stuðul úr donskum grunnum, men peningurin varð ikki settur av á løgtingsfíggjarlógini.

Svar til 3:
Arbeitt hevur verið við ætlanini um at byggja víkingaskip og neyst í Hovi í nógv ár, men tað hevur gingið striltið at fáa fígging til vega. Felagið Víkingaskip boðaði í oktober 2020 frá, at forverkætlanin, ið skuldi fyrireika bygging av neysti og skipi, av ymsum orsøkum var slept, og at felagið í staðin hevði keypt tekningar til annað skip.

Í umsókn, dagfest 28. oktober 2020, varð søkt um mest møguligan stuðul til sjálva verkætlanina, sum er mett at kosta kr. 17.099.740. Í umsóknini boðaði felagið frá, at søkt var aðrar vegir um stuðul, men at einki svar var komið enn.

Felagið Víkingaskip boðaði somuleiðis frá, at ætlanin var at brúka stuðulin, kr. 150.000, ið var settur av á løgtingsfíggjarlógini í 2020 til at byggja eina smiðju at smíða seym til víkingaskipið.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur boðað felagnum Víkingaskip frá, at ráðið ikki metir, at grundarlag er fyri at seta gongd á bygging, tá felagið Víkingaskip ikki kann vísa á, hvussu ætlanin er at fíggja tær 17 mió. kr., ið verkætlanin er mett at kosta.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur somuleiðis boðað felagnum Víkingaskip frá, at stuðulin, ið er játtaður á løgtingsfíggjarlógini kann verða goldin út, um hann verður brúktur til fyrireiking av verkætlanini.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo