40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Miðvallaleikarin Paul Scholes skoraði 20 mál í 2002/03-sesongini, og eingin miðvallaleikari í United hevur síðani skorað so nógv - fyrr enn nú, skrivar Manchester Evening News.

Fernandes hevur skorað 21 mál í 36 dystum í øllum kappingunum (fýra mál í Champions League og 14 mál í Premier League).

Síðstu sesong var Anthony Martial toppskorari við 23 málum, og sesongina undan Paul Pogba við 16 málum í øllum kappingunum.

Romelu Lukaku skoraði 27 mál í 2017/18-sesongini - 16 av teimum í Premier Legaue. Zlatan Ibrahimovic skoraði 28 mál sesongina áðrenn - 17 av teimum í Premier League.

Heldur Fernandes fram í sama stíli hesa sesongina, so kann hann gerast fyrsti United-leikarin at skora 30 mál ella meira síðani Robin van Persie - sum megnaði tað í seinastu sesongini hjá Sir Alex Ferguson fyri átta árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo