40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Valevnini eru í sving um allan býin at finna bestu plássini at hongja valplakatir upp. Hetta gongur eitt nú serliga útyvir bussskýlini.

Men munur er á, hvussu plakatirnar verða festar. Í morgun hekk eitt barn fast í eini skrúvu í Havn og seinnapartin hekk ein kona føst í einum busskýli úti á Argjum.

Í báðum førum vóru valplakatirnar gjørdar fastar við longum gjøgnumgangandi skrúvum.

Heitt verður tí á valevni um at taka hesar plakatirnar niðuraftur og at brúka annað at seta tær fastar við, sum ikki er til ampa fyri børn og vaksin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo