40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tað er ikki altíð ein fyrimunur at verða hildin at vera dugnaligasti næmingurin í flokkinum. Næmingurin er nevniliga í vanda fyri at verða settur í bás sosialt og til sjeynda og síðst eisini at læra minni, bendir ein donsk kanning av næmingum í barnaskúlanum á.

Summir av næmingunum, sum lærarar halda eru dugnaligir, fara ígjøgnum eina tilgongd, har teir uppliva, at hinir næmingarnir og eisini nakrir lærarar halda teir vera irriteraðir inn á teir, sigur Ulla Lundqvist, granskari við Institut for Pædagogisk Efter- og Videreuddannelse, Professionshøjskolen Metropol í Danmark.

Nýggja kanningin byggir á kvalitativa dátu frá tveimum skúlaflokkum, sum granskarin hevur fylgt í trý ár – frá fjórða til sjeynda flokk. Kanningin vísir, at fært tú stemplið á teg at vera ”ein dugnaligur næmingur”, so kann tað ganga út yvir tína skúlagongd.

Lærarin kann taka sum givið, at tær tørvar ikki hjálp. Næmingurin kann eisini verða tikin fram um aðrar og ”brúktur” sum undirvísingarhjálpari.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo