40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 64/2020 frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, um leingjan av afturgjaldstíð fyri lán til Eystur- og Sandoyartunlar, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at lánið til felagið Eystur- og Sandoyartunlar skal verða niðurgoldið eftir 20 árum?

2. Eru møguleikar við verandi fígging at leingja lánið til 30 ella 40 ár?

3. Hvørja ávirkan hevði tað havt á prísin ella tunnilsgjaldið, um afturgjaldstíðin bleiv longd til annaðhvørt 30 ár ella 40 ár?

4. Um tað ikki letur seg gera at leingja fíggingina, hvørjir aðrir møguleikar eru so at minka um afturgjaldsbyrðuna?

5. Er landsstýrismaðurin sinnaður at virka fyri einari leingjan av afturgjaldstíðini?

Svar til fyrispurning nr. 1
Lánið, sum felagið P/F Eystur- og Sandoyartunlar tók í 2016 er við fastari rentu á 2,73% p.a. og skal vera afturgoldið frá 2023 til 2040. Afturgjaldstíðin er tilsamans 24 ár frá tí, at lánið varð tikið.

Tá ið felagið tók lánið, var besta loysnin mett at vera eitt lán við fastari rentu og afturgjaldstíð á um 20 ár. Hetta var grundað á ráðgeving frá fíggjarstovnum og á áhugan frá møguligum lánveitarum uttanfyri Føroyar. Áðrenn lánið varð tikið, kannaði felagið saman við ráðgevum og fíggjarstovnum áhugan millum møguligar íleggjarar og lánveitarar.

Sera ivasamt er, um felagið hevði kunnað tikið eitt lán á 2,6 mia. kr. í 2016 við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár. Í øllum førum hevði fasta rentan á láninum tá verið munandi hægri. Í øðrum lagi er ivasamt, um nóg stórur áhugi hevði verið millum møguligar lánveitarar.

Nevnast kann, at Føroya Landsstýri og almenn feløg í Føroyum enn bara hava avmarkaðar royndir av at taka lán við langari afturgjaldstíð. Landsstýrið hevur í løtuni eitt lán á norska marknaðinum á NOK 550 mió. og við afturgjaldstíð á 15 ár. Sæð burtur frá hesum láninum, hevur Landsstýrið síðstu um 20 árini bara tikið lán við afturgjaldstíð á upp til 5 ár.

Tí er torført at taka tílík lán við langari afturgjaldstíð, uttan at hetta ávirkar rentustøðið og áhugan millum lánveitarar munandi.

Svar til fyrispurning nr. 2
Tunnilsfelagið metir, at møguleikarnir við verandi fígging at leingja afturgjaldstíðina til 30 ella 40 ár eru sera avmarkaðir. Í løtuni verður mett, at fyrimunir høvdu ikki verið av at longt afturgjaldstíðina.

Í fyrra lagi hevði verið sera kostnaðarmikið at lagt fíggingina um.

Í øðrum lagi er sera ivasamt, um felagið hevði fingið fígging við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár, og hvør rentan á fíggingini hevði verið.

Í øllum førum er greitt, at rentan á láninum hevði verið munandi hægri, um afturgjaldstíðin var 30 ella 40 ár.

Heldur ikki er óhugsandi, at tað møguliga hevði skalað trúvirðið hjá landinum millum lánveitarar, um landið – áðrenn verkætlanin er liðug – hevði roynt at lagt fíggingina um til longri afturgjaldstíð.

Her eigur eisini at verða nevnt, at samlaða verkætlanin er ikki liðug enn, og at byggiváði framvegis er knýttur at verkætlanini, í øllum førum til Sandoyartunnilin er liðugt sprongdur ígjøgnum.

Svar til fyrispurning nr. 3
Til ber ikki at siga við vissu, hvussu nógv tunnilsgjøldini høvdu kunnað lækkað við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár. Til dømis er óvist, hvørja rentu eitt møguligt lán hevði havt. Eisini er óvist, um felagið yvirhøvur hevði fingið fígging við afturgjaldstíð á 30 ella 40 ár, eins og nevnt í svarinum til nr. 2.

Ein varislig meting er, at tað hevði borið til at lækkað tunnilsgjøldini 10-20%, um afturgjaldstíðin á láninum var 30 ella 40 ár. Hetta er kortini treytað av, at tað hevði borið til at longt lánið til 30 ella 40 ár. Vansin við longri afturgjaldstíð hevði verið, at longri tíð hevði gingið, til tunnilin varð útgoldin.

Árligu rentuútreiðslurnar høvdu hækkað, men árligu avdráttirnir høvdu verið lægri, og fleiri ár høvdu gingið, áðrenn tunnilin varð útgoldin.

Svar til fyrispurning nr. 4
Fíggjarmálaráðið arbeiðir við at endurskoða stuðulin til pendlarar. Endamálið er, at tað skal bera til hjá pendlarum at brúka tunnilin fyri lægri kostnað samanlagt.

Treytað av politiskari undirtøku, hevði Løgtingið kunnað samtykt, at landskassin rindaði meira partapening í felagið yvir nøkur ár. harvið hevði landskassin átikið sær størri part av afturgjaldsbyrðuni. Hetta hevði ikki samsvarað við siðvenjuna í sambandi við Vága- og Norðoyatunnilin, har landið ikki rindaði partapening í feløgini fyri at lækka tunnilsgjøldini. Eysturoyartunnilin er ikki dýrari at brúka, enn Vága- og Norðoyatunnilin vóru, tá ið teir vórðu tiknir í brúk.

Svar til fyrispurning nr. 5
Við verandi vitan, sum lýst omanfyri, heldur landsstýrismaðurin tað ikki vera skilagott at leingja afturgjaldstíðina. Tí ávirkanin á prísin hevði verið so lítil, samstundis sum afturgjaldstíðin hevði tvífaldast.

Sambært lógini skal tað vera ókeypis at koyra, tá ið lánini um 20 ár vónandi eru afturgoldin. Við at leingja afturgjaldstíðina til til dømis 40 ár, høvdu brúkararnir rindað í 20 ár fleiri við sera lítlum avsláttri.

Í hesum føri er talan um eitt alment partafelag. Landsstýrið hevur valt eina nevnd at stýra og stjórna felagnum. Landsstýrismaðurin hevur álit á, at nevnd og stjórn í felagnum støðugt eftirmeta prísir soleiðis, at ein hóskandi javnvág verður millum ferðslu og inntøkur til felagið. Prísur og ferðsla hanga saman.

Koma nevnd og leiðsla fram til, at leinging av afturgjaldstíðini kann gerast við stórum fyrimuni, so eigur tað at verða gjørt. Við verandi vitan er einki, sum bendir á tað.

Tinganes, 15. januar 2021
Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo