Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í gjar, 12. januar, var aðalfundur í Suðurstremoyar Útróðrarfelag. Møttir vóru 27 limir sum má sigast at vera stak góð uppmøting. Fundurin varð hildin í matstovuni Barbara.

Formaðurin, Jógvan  Trondesen Andreasen, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá virkseminum farna árið. Felagið er sera virkið og limatalið er munandi økt seinastu árini. 

Av øllum virkseminum kunnu vit serliga nevna okkara góða samstarv við Tórshavnar Havn og ymiskar landsstovnar og mynduleikar:

•    Tórshavnar Havn (TH) hevur nú endaliga yvirtikið kranan sum felagið átti og kranin er fluttur til meira hóskiligt pláss.

•    TH hevur renovera meginpartin av egningarskúrunum á Ísmolanum.

•    TH skal seta upp felags gogguknúsara og skipa økið betur. Allir útróðrarbátar kunnu brúka knúsaran.

•    Vit hava havt samskiftið við TH um privatbygging av skúrum á Argjum.

•    Eftir samskifti við Effo er nýggj oljupumpa sett upp á Argjum.

•    Vit hava samskift við við Vørn og Landsverk um at aldumátarar og mátistøðir alt ov ofta eru óvirknir og vit skilja at hesir mynduleikar  við stórum álvara arbeiða við at betra um hesi viðurskifti sum hava sera stóran týdning fyri útróðrarflotan.

•    Vit hava eitt sera gott samstarv við móttøkufelagið Barðið har meginparturin av okkara fiski verður avreiddur til. Í løtuni verður samskift um at vit møguliga kunnu avreiða ókruvdan fisk í samband við komandi várfiskaríið á Norðhavinum.

•    Vit hava havt nógv samskifti við landsmynduleikarnar um viðkomandi viðurskifti. M.a. hava vit mælt til at øll før skula hava AIS (eins skipan sum ger at øll kunnu síggja hvar bátarnir eru staddir til einhvørja tíð). Hettar hevði betra trygdina munandi. Vit vóna at hettar gerst veruleiki skjótt. Vit hava gjørt vart við okkara stóru misnøgd við at krøvini til smærru útróðrarbátarnar í samband við veiða á Føroya Banka blivu so nógv herd beint áðrenn vertíðina at  fleiri bátar ikki sluppu út á bankan. Vit hava samskift nógv við Vinnumálaráðið um teirra nýggju ætlan um sýn av bátum í bólki 5A (sum flestu limir okkara eru í). Vit halda at hesi krøv eru alt ov umfatandi  og rakar skeivt.

Um bátar skulu sýnast á hendan hátt, so eigur hettar at vera galdandi fyri øll før á sama hátt sum at Akstovan sjálvandi sýnir øll akfør – ikki bert nøkur fá. Vit halda okkum at vera hoyrd í hesum og hava fingið lyfti um at krøv og mannagongdir skulu endurskoðast.     

Síðani varð grannskoðaður roknskapur lagdur framm. Tað gongur væl fíggjarliga hjá felagnum.

Vit kunnu nevna at inntøkurnar eru øktar meira enn 100% seinasta árið - okkara inntøkur eru beinleiðis knýttar at avreiðingavirðinum hjá limun okkara, so hettar merkir at bátarnir hava selt fyri meira enn tað dupulta í mun til í fjør. Hettar kemur deils av vit eru blivnir fleiri bátar og deils av at fiskiskapurin hevur verið góður.

Fleiri limir søgdu, at teir ikki kenna aftur, at tað skal vera so lítið av fiski til sum Havstovan metir.

Nevndin var øll afturvald og skipaði hon seg soleiðis:
•    Jógvan Trondesen Andreasen,  formaður
•    Ragnar Hentze, næstformaður og kassameistari
•    Sámal Lindenskov, nevndarlimur
•    Doru Tiberiu Á Torvlaðnum,  tiltakslimur.

Síðani bleiv borðreitt við langtíðarstoktum feskum føroyskum lambsbógvi. Matstovan Barbara fekk nógv rósandi orð fyri sera vælsmakkandi kjøtið. Kjøtið kom úr Kirkjubø.

Suðurstremoyar Útróðrarfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo