Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður samregn. Hann veksur so líðandi vindin uppí skrið av suðri ella útsynningi, hitin 10-11 stig.

Týsdagin strúkur í vindi ímillum landsynning og útsynning, regn ella ælaveður og hitin um 12 stig.

Mikudagin makar hann vindin, ættin verður sunnan ella landsynningur, okkurt æli fyrrapart men seinnapart løtur við sól, hitin um 10 stig.

Hósdagin gul av ymsum ættum, sól og hitin um 10 stig.

Fríggjadagin mest eystanættir, bert eitt lítið lot, okkurt æl kanska fyrrapart men eisini løtur við sól.

Næsta vikuskifti veksur vindurin aftur, serliga sunnudagin verður nógvur vindur og tað fer at regna, ættin verður landsynningur alt vikuskiftið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo