40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Inflatiónin í USA veksur fjórða mánaðan á rað, hon veksur meira enn væntað og er nú á hægsta stigi í 30 ár.

Í juni var sonevnda kjarnuinflatiónin (sum er inflatión minus prís á matvørum og orku) gjørd upp til 4,5%. Í mai var hon 3,8%. Sostatt skulu vit aftur til 1991 fyri at finna hægri inflatión í USA, skrivar miðilin Aktionæren.

Tað sum er áhugavert er, um vaksandi inflatiónin fer at hava við sær ein strammari fíggjarpolitik, men tað væntar Kim Blindbæk, sum er seniorøkonomur hjá Sydbank tó ikki.

- Inflatiónin verður trýst upp, tí alt letur upp aftur eftir koronatiltøkini, sigur hann.

Búskaparfrøðingar vænta framvegis, at rentan ikki av álvara fer at ganga upp fyrr enn í 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo