Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg gekk mær ein túr við útgávuni “Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar” við Ingálvi av Reyni - heilt FANTASTISK!

Eg minnist, tá konan og eg vóru komin saman, og eg onkuntíð var á møti við henni, at eg einaferð hevði eina serliga uppliving.

Vit settust aftarliga og varnaðust ikki Ingálv, ið ofta setti seg aftast. Við eitt fór henda “basunin” av eini rødd at ljóma, sum fekk tað at renna kalt eftir ryggingum.

Heitislagið á fløguni er sera væl frágingið, tí her hoyrist veruliga hvussu stór røddin var, har kórið í niðurlagnum fer frá monnunum til kvinnurnar, og so kemur Ingálvur inn við síni kraftigu og hábærsligu rødd, sum fáur annar kann gera tað.

Tað ein leggur serliga merki til er, at tekstirnir eru nógv um tað at møta Frelsaranum, sum eg haldi gevur øllum tí Ingálvur legði úr hondum, ein serligan og djúpan dám.

Tað skal eisini nevnast, at Ingálvur eisini hevði sítt handaliga við sær, tí tað er ikki so lítið av málningum og øðrum, ið liggur eftir hann.

Eg eri ikki í iva um, at útgávan verður rættiliga væl móttikin, tí eitt er víst, at eg sjálvur havi altíð hildið nógv av manninum undir keppi, sum heilsaði øllum við sínum virðiliga og siðiliga atburði – við øllum tí hann legði eftir seg.

Ein av okkara bestu sangarum og er tað stórt, at júst henda útgávan er komin!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo