Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Breiða semjan millum samgonguflokkarnar og Sambandsflokkin er ikki eitt stig rætta vegin. Tvørturímóti.

Tað heldur Havbúnaðarfelagið, sum í fleiri førum hevur víst á týdningin, at vinnan fær tryggar og varandi
karmar at virka undir. Men karmarnir, sum breiða semjan leggur upp til, eru hvørki tryggir ella gagnligir.

Tá ið tú gerst breiðar semjur, sum vara í nógv ár, mugu stór krøv setast til sjálvt innihaldið í semjuni. Talan er
jú um skipanir, sum ikki verða broyttar aftur í bræði. Av somu orsøk er innihaldið heilt avgerandi.

Gjaldið byggja á skattliga úrslitið
Breiða semjan leggur upp til eina samansetta skipan við bæði tøkugjaldi og partafelagsgjaldi. Hetta er ikki
rætta gøtan at ganga. Fløkjaliga skipanin við millum øðrum skiftandi søluprísum og einum miðal
framleiðslukostnaði fer at gera tað ótryggari hjá alifyritøkunum í Føroyum at leggja virksemi til rættis og er
harafturat eisini atferðarstýrandi fyri vinnuna.

Tað er ikki gagnligt at byggja eina skipan bæði á tøkugjald og framleiðslukostnað. Tað mest ruddiliga er ein
einføld gjaldsskipan, sum byggir á skattliga úrslitið.

Havbúnaðarfelagið mælir tí enn einaferð til, at loyvisgjaldið hjá alivinnuni byggir á skattliga úrslitið hjá
vinnuni. Hetta hevur verið boðskapurin hjá Havbúnaðarfelagnum í skjótt 10 ár. Spurningurin er ikki um
alivinnan skal rinda, men hvussu hon skal rinda.

Gjalda mest, tá ið vinnan tjenar minst
Havbúnaðarfelagið undrast stórliga á, at vinnan als ikki hevur verið partur av viðgerðini, nú grundleggjandi
broytingar skulu gerast.

Tá ið lógin varð broytt fyri knøppum ári síðani var endamálið, at alifyritøkurnar skuldu gjalda lutfalsliga
meira, tá ið laksaprísurin var høgur. Nýggja uppskotið hækkar munandi um skattin um feløgini ikki fara at
hava stóran vinning, men lækkar hinvegin skattin, um avlopini gerast stór. Hetta er beinleiðis í mótsøgn við
tað, sum samgongan annars hevur sagt vera grundgeving fyri at broyta tøkugjaldið.

Vinnan harðari skattað enn kappingarneytar
Í semjuskjalinum stendur eisini, at “skipanin tryggjar altjóða kappingarføri hjá vinnuni”. Nýggja semjan
hevur tvørturímóti við sær, at alivinnan í Føroyum verður harðari skattað enn í bæði Noregi og Íslandi.

Eitt ov høgt tøkugjald afturat nýggja serskattinum fer at steðga íløgum og framgongdini í alivinnuni, sum er
drivin av gransking, nýmenning, íløgum og vøkstri. Harvið er vandi fyri, at samlaði skatturin fer at minka,
hóast parturin av yvirskotinum, sum verður rindaður til skatt, økist.

Komandi mánaðirnar eiga at verða brúktir til at finna eina breiða semju um røttu skipanina. Ein breið semja
um eina vánaliga skipan kann í ringasta føri forkoma framgongdini í føroyskari alivinnu.

Vegna
Havbúnaðarfelagið
Øssur M. Dalbúð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo