Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í kjalarvørrinum á hendingunum í Ísrael og Gazageiranum í oktobur, hevur eydnast Filmsfelagnum at sleppa at vísa nýggja ísraelska heimildarfilmin ”Innocence”, sum 45 ára gamli Guy Davidi hevur leikstjórnað.

Í 2013 vórðu hann og palestinski Emad Burnat Oscartilnevndir fyri filmin ”5 Broken Cameras”. Tað er fyrstu ferð at ein palestini er tilnevndur ein Oscarvirðisløn. Fyri filmin vunnu teir báðir leikstjóravirðislønina á Sundance Film Festival og Emmy virðislønina tað árið.

Guy Davidi er føddur í Jaffa í 1978 og vaks upp í Holon og Kfar Saba.

Nýggja filmin ”Innocence” hevur danska Sigrid Dyekjær framleitt, eins og hon gjørdi í førinum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti í 2020.

Filmurin spyr, nær einoygd propaganda verður til staðfestan sannleika? Og hvør rindar kostnaðin?

Við støði í ísraelsku hernaðarskylduni viðger Guy Davidi tey tjóðskaparligu uppáhald, sum vit oftast hoyra í miðlum og politikki. Úrslitið er ein hugtakandi lýsing av teim ungu, ið doyggja alt ov tíðliga, og ein sannførandi greining av teim mongu maskum, ið propaganda hevur og kann fáa.

Í ísraelska herinum er hernaðarskyldan hjá monnum trý ár og knøpp tvey ár hjá kvinnum. Øll skulu í herin. Tí er umráðandi, at ikki bara tey ungu, men eisini næstrafólk teirra taka undir við krevjandi venjingunum. Men øll eru ikki samd um hesi viðurskifti.

”Innocence” er ognaður teim ungu, sum eftir slítandi kropsligu og sálarligu venjingarnar ikki bóru boð í bý. Frá reklamufilmum hjá herinum til tjóðarbyggjandi hetjusøgur, sum húski fortelja við døgurðaborðið.

Kendi danski filmsummælarin, Per Juul Carlsen, gav filminum fimm stjørnur í Kristeligt Dagblad og skrivaði, at ”Innocence” er ein serstakliga harðrendur krígsfilmur, men við lægstu ljóðstyrki. Júst tí er hann so sannførandi.

Filmsfelagið vísir arthouse filmar hvørt mikukvøld í Havnar Bio.

Tað er mikudagin hin 22. novembur kl 20:00 at Filmsfelagið vísir Innocence (Guy Davidi, Ísrael, 2023 100 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo