Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fýra evnaríkar songkvinnur eru nú komnar afturat skránni fyri Summar Festivalin í ár. Døgg Nónsgjógv, Bára Silvansdóttir, Rannvá Álaberg og Elinborg Pálsdóttir hava allar framførslur á landsins størsta tónleikatiltaki í august.

Døgg Nónsgjógv hevur sungið, síðani hon var smágenta, og hóast hon bert er 20 ára gomul, hevur hon verið frammi í føroyskum tónleiki í fleiri ár. Hon skrivar sjálv sangir, og í 2014 varð sangurin Tú tók mína hond heiðraður á FMA tiltakinum. Døgg hevur síðani 2013 givið einstakar sangir út, og í fjør kom hon við útgávu við 8 sangum á.

20 ára gamla Bára Silvansdóttir hevur givið tvey stakløg út, og fyrr í ár kom hon við EP útgávuni Skuggar, ið inniheldur fýra sangir.  Sangirnir hjá Báru eru persónligir og byggja á upplivingar og royndir í lívinum.

Elinborg Pálsdóttir hevur eina kenda stórasystur, ið er kend sum songkvinna víðahvar, men Eliborg hevur við útgávum og framførslum eisini víst, at hon er evnarík songkvinna og sangskrivari. 19 ára gamla Elinborg gav í 2013 síni fyrstu stakløg út, og síðani hevur hon eisini útgivið eina EP við fýra sangum.

Rannvá Álaberg hevur seinastu sjey árini verið virkin sum songkvinna í Føroyum. Eftir uppihald á tónleikaskúla í Danmark avgjørdi hon at fylgja sínum tónleikadreymi. Hon skrivar egnar sangir, og hon framførir javnan kring landið.

Summar Festivalurin bjóðar teimum fýra songkvinnum hjartaliga vælkomnum á ársins festival, har tær standa á plakatini saman við eitt nú Lenu Anderssen, Lailu av Reyni og Kristinu Bærendsen.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo