Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya: Hugnaliga integrasjónstiltakið Sambinding byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Sambindingarkaféin er eitt afturvendandi opið tiltak á býarbókasøvnunum í Runavík, Klaksvík og Havn.

Sambinding er eitt stað, har tilflytarar og ”innføddir” føroyingar hugna sær saman, koma at kennast og læra av hvørjum øðrum. Her er høvi at hitta nýggj fólk og hoyra spennandi søgur.

Integrasjónsátakið Sambinding er skipað sum eitt samstarv millum Bókasøvnini í Runavík, Klaksvík og Havn, stigtakararnar handan átakið í 2015 “Hvussu kunnu vit hjálpa?” og Reyða Kross Føroya.

Øll eru vælkomin. Við og uttan stokkar. Kaffi, te og køkur eru at fáa, og tiltakið er ókeypis. Sambinding er stuðlað av kommununum í Runavík, Klaksvík og Havn.

Í Havn verður Sambinding á Býarbókasavninum annaðhvørt týskvøld kl. 19.30 - 21.30:

13. september, 27. september, 11. oktober, 25. oktober, 8. november, 22. november og 6. desember.

Í Runavík verður Sambindingarkaféin annaðhvørt hóskvøld kl. 19.30 - 21.30 á Bókasavninum við Løkin:

22. september, 6. oktober, 20. oktober, 3. november, 17. november og 1. desember.

Í Klaksvík verður Sambinding eitt hóskvøld um mánaðin kl. 19.30 – 21.30:

15. september , 27. oktober og 24. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo