Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Altjóða stovnurin sum hevur eftirlit við heimsins kjarnorkumegi (IAEA), stundum nevndur atomvakthundurin, váttar nú, at Iran er farið at ríka uran sum er 60 prosent reint.

Tað er reinari enn landið nakrantíð áður hevur megnað, og nógv reinari enn tey 3,67 prosentini, sum kjarnorkuavtalan frá 2015 segði.

Avtalan frá 2015 segði millum annað, at afturfyri at steðga á við arbeiðnum at ríka uran, skuldi altjóða samfelagið linka handilstiltøkini ímóti Iran. Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, slepti avtaluni, men ES og USA samráðast nú við Iran um at fáa eina nýggja avtalu í lag.

Tað skulu millum 5 og 10 kilo av ríkaðum urani til at gera eina kjarnorkubumbu. Iran framleiðir sum er 9 gram um tíman. Fyri at kunna brúkast, skal uranið hava 90 prosent reinleika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo