Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í hesum órógvandi og truplu døgum sendir ÍSF sín treytaleysa samhuga og stuðul til ukrainska fólkið. 

Bæði tey, sum nú liva við ótta og óvissu í álopna heimlandinum – og tey, sum við ótta og óvissu flýggja undan russiskari og hvítarussiskari hermegi. 

ÍSF fordømir álop Russlands og Hvítarusslands á Ukraina. Tað eigur at fáa stórar fylgjur – eisini fyri russiskan og hvítarussiskan ítrótt. 

Sterka megin, sum býr í ítrótti, røkkur um allan heimin og knýtir okkum saman. Sama hvussu ymisk vit eru, sama hvar vit búgva, hvat vit trúgva og hvørjar sannføringar, vit annars hava, savnast vit í ítróttinum. 

Virðini, sum allur ítróttur byggir á, eru felagsskapur, friður og kapping á jøvnum føti. 

Harðskapur og krígsgerðir, sum vit í hesum døgum síggja í Ukraina, kunnu tí á ongan hátt sameinast við ítróttin. 

Vit vóna, at endi kann fáast á stríðnum á skilagóðan hátt, áðrenn fleiri mannalív so meiningsleyst verða mist, og áðrenn fleiri fólk mugu flýggja frá øllum, tey eiga. 

Men inntil stríðið endar, mælir ÍSF til, at:

- Eingi ítróttarfólk fara til kappingar í Russlandi ella Hvítarusslandi

- Eingi ítróttarfólk úr Russlandi ella Hvítarusslandi sleppa at luttaka í okkara kappingum

- Eingi umboð fyri russiskan ella hvítarussiskan ítrótt sleppa at luttaka í føroyskum tiltøkum, fyriskipanum ella avtalum

- Eingi føroysk ítróttarumboð taka lut í russiskum ella hvítarussiskum tiltøkum, fyriskipanum ella avtalum

Øll norðurlendsku ítróttarsambondini standa saman um at fordøma Russland og Hvítarussland – og at útihýsa russiskum og hvítarussiskum umboðum, nevndarlimum og ítróttarfólki.

Føroysku umboðini á altjóða pallunum virka eisini fyri og stuðla hesi útihýsing. 

Somuleiðis samskifta vit støðugt við hini norðurlendsku ítróttarsambondini um, hvørt átøkini móti Russlandi og Hvítarussandi – og ítróttinum í hesum londunum – skulu herðast. 

Við vón um skjótan frið,

ÍSF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo