40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru 14 mánaðir síðani sonevndi Islamiski Staturin varð rikin burtur frá sínum sjálvútnevnda kalifati og sjey mánaðir síðani leiðarin, Abu Bakr al-Baghdadi varð fyribeindur. Og í eina tíð hevur verið friður.

Men nú er alt við at broytast aftur, tí síðani ramadan mánaðurin byrjaði um hálvan apríl hevur IS framt minst 260 álop og dripið ella sært mist 426 fólk. So virkin hevur yvirgangsfelagsskapurin ikki verið í minst tvey ár.

Og tað eru sera ring tíðindi, sigur Hassan Hassan, sum er serfrøðingur í IS við The Guardian.

- Mynstrið er júst tað sama, sum tá IS av fyrstan tíð fór at virka. Teir síggjast meira og meira í lokalsamfelagnum, skapa sær rásarúm og leypa á í smáum, sigur hann.

Í einum nýggjum videobroti, sum teir hava lagt á netið, eggjar IS øllum til at koma við í bardagan ímóti irakisku trygdardeildunum.

- Størsti sameindi hjá teimum er nú korona og áhaldandi ófriður í økjunum, har teir virka. Bert fáir útlendskir hermenn eru eftir í Irak og Sýria, allar venjingar eru steðgaðar av korona, og tað duga teir at gera sær dælt av, sigur Hassan Hassan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo