40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sendistova Føroya til Íslands: Ferðafólkatalið lækkaði munandi, áðrenn korona virusið kom til Íslands. Í januar mánaði herjaði korona virusið í Kina og kinverjar koma vanliga í stórum tali til Íslands í tíðarskeiðinum desember til mai. Hesi ferðafólk eru so at siga ikki komin higartil í ár. Í mars mánaði stongdi Amerika av fyri ferðafólki, bæði fyri amerikanarum og útlendingum. Amerikanarar eru teir, sum ferðast mest til Íslands. Í mars mánaði í fjør komu ikki færri enn 130.000 amerikanarar til Íslands. Seinni stongdi ES av fyri ferðafólkum, sum eisini er ein stórur marknaður hjá Íslandi fyri ferðafólk. Støðan var longu avbjóðandi í 2019, tá ið út við 15% færri ferðafólk komu til landið.

 

Avleiðingarnar av hesum hava higartil verið stórir. Fleiri hotell eru stongd, flogferðir avlýstar, flogfør sett og nógv fólk eru uppsøgd í vinnuni. Talan er annars um eina vinnu, sum stendur fyri uml. 40% av útflutningsvirði Íslands, sum er áleið tað sama sum okkara alivinna. Nógv fólk starvast í ferðavinnuni.

 

Aluminiumsframleiðslan í Straumsvík (Rio Tinto, sum liggur sunnanfyri Reykjavík), sum er elsta og frá 1967, er fyribils steðgað. Lønsemi hevur ikki verið í rakstrinum í fleiri ár. 500 fólk starvast í fyritøkuni og eru tey send heim. Prísurin á aluminium á heimsmarknaðinum er lækkaður nógv (um 21% seinasta árið), og nú er trýst á íslendska elveitaran um at lækka elprísin, sum hevur alstóran týdning í aluminiumframleiðsluni.

 

Aluminiumframleiðslan í Íslandi hevur stóran týdning fyri útflutningsvirðið, tí aluminium-útflutningurin stendur fyri uml. 20% av útflutninginum og talan er um 3 fyritøkur, sum hava uml. 1/3 í part. Kemur henda fyritøkan ikki í gongd aftur, so hevur tað við sær, at útflutningsvirðið lækkar við umleið 7%, bert hjá hesari fyritøkuni.

 

Støðan áðrenn korona virusið kom til Íslands var avbjóðandi, og tá ið korona virusið byrjaði at herja í Íslandi og á teimum marknaðum, sum Ísland hevur sín stóra samhandil við, gjørdist støðan sera trupul. Stjórnin hevur veitt stórar hjálparpakkar og Seðlabanki Íslands (tjóðarbankin) hevur lækkað rentuna, økt útlánsmøguleikarnar hjá bankunum munandi og hevur eisini boðað frá, at hann fer at keypa lánsbrøv, sum staturin noyðist at geva út fyri at fíggja hjálparpakkarnar, fyri at tryggja, at rentan ikki gerst størri enn neyðugt og at peninganøgdin verður varðveitt í størst møguligan mun í samfelagnum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo