Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bæði liðini stríddust í sólini á Svangaskarði - Mynd: Hans Erik Danielsen

Bæði liðini stríddust í sólini á Svangaskarði - Mynd: Hans Erik Danielsen

Bæði liðini stríddust í sólini á Svangaskarði - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað endaði við 4-0 og 5-1 sigrum til Ísland, tá fyrst U15-dreingirnir, og síðan U15-genturnar hjá Føroyum fingu møguleikan at royna seg móti U16-landsliðunum hjá Íslandi í venjingardystum á Svangaskarði á Toftum týsdagin.

Føroyski málskjúttin á Svangaskarði hendan dagin var Ró Reginsdóttir, tá hon tók íslendsku verjuna á bóli, og fekk takklað bóltin í netið. Eitt gott mál, sum vísti viljan og stríðsandan hjá føroyska liðnum.

Hósdagin 18. august møtast liðini aftur á Tórsvølli. Klokkan 15:00 fara genturnar á vøllin, og klokkan 17:30 spæla dreingirnir.

Venjingardystirnar hjá gentunum eru fyrst og fremst fyrireiking til Baltic Cup 2022, sum verður í Lettlandi í komandi viku.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo