40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað er eingin ivi um at íslendingar fylgja væl við landsliðnum undir EM. Bøði ferðslan og vatnbrúk minkaðu munandi undir dystinum móti Portugal, men sjónvarpstølini ruku upp í loft.

Tølini há Telecom vísa at helvtin av øllum millum 12 og 80 ár sóu dystin.

Eitt tíðarbil sóu 67 prosent av íslendingum dystin – altso 163.000 íslendingar, skrivar Visir.

Og ferðslan í landinum var eisini merkt av dystinum og EM-feprinum. Vegverkið, Vegagerdin, upplýsur at ferðslan í Reykjavík minkaði yvir eina helvt millum kl 19.00 og 21.00 lokala tíð, samanborið við týsdagin frammanundan.

Og løgreglan í Reykjavík var eisini í tí káta horninum á Twitter: «Ein bilur í sentrum vísti seg at vera ein turistur».

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo