Eisini Ísland steðgar fyribils at vaksinera við AstraZeneca, skrivar íslendska avísin Kjarninn.
Tilsamans hava nú sjey lond boðað frá at tey steðga fyribils vaksineringini við AstraZeneca.
Ísland bíðar nú eftir meira kunning frá EMA, sigur sjefsepidemilogurin í Íslandi við avísina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo