Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Myndin frá Spartak Stadium í Moskva beint nú

Myndin frá Spartak Stadium í Moskva beint nú

Ísland kláraði aftur nú at skapa eina sensasjón í endaspæli og hesaferð í dystinum móti stóru fótbóltstjóðini Argentina.

Tað stóð nógv á íslendingum og Argentina trýsti og trýsti so at siga allan dystin, og mangan var torført hjá íslendingum at fáa bóltin burtur úr 16-metrinum

Men íslendski málverjin gjørdi fleiri meistarligar bjargingar, ikki minst at taka eitt brotsspark frá Messi, og var heilt avgjørt tann sum bjargaði Íslandi til javnleikin. Dysturin endaði 1-1.

DR.DK sendur dystin - trýst her

Ísland (4-4-1-1): Hannes Thor Halldorsson - Birkir Mar Sævarsson, Ragnar Sigurdsson, Kari Arnason, Hurdur Magnusson - Birkir Bjarnason, Aaron Gunnarsson (C), Johann Gudmunsson, Emil Halfredsson - Gylfi Sigurdsson - Alfred Finnbogason. 

Argentina (4-4-2): Willy Caballero - Eduardo Salvio, Nicolas Otamendi, Marcos Rojo, Nicolas Tagliafico - Maximiliano Meza, Lucas Biglia, Javier Mascherano, Angel Di Maria - Lionel Messi (C), Sergio Agüero.

Uppdateringar: Sergio Agüero skoraði fyrsta málið í dystinum millum Argentina og Ísland, men nú hevur Alfreð Finnbogason skorað fyri Ísland, so støðan er 1-1 og spenningurin er øgiligur.

Myndin frá Spartak Stadium í Moskva beint nú

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo