40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Royndirnar við 4-dagar arbeiðsviku í fleiri ár í Íslandi vóru ein «stór suksess», og gjørdu at fleiri arbeiða minni nú, stendur í frágreiðing.

Royndirnar vóru gjørdar millum 2015 og 2019 og umfataðu yvir 2500 arbeiðstakarar í almenna geiranum, um 1 prosent av arbeiðsmegini í landinum, skrivar BBC.

Og luttakararnir fóru úr 40 tímar arbeiðsviku niður í antin 36 ella 35 tímar, uttan at fáa minni í løn.

Og síðani hava felri av teimum gjørt hetta til eina varandi skipan, stendur í frágreiðingini sum er greidd úr hondum av bretsku tankasmiðuni Autonomy og íslendsku organisasjónini Alda, har royndin verður lýst sum ein «stór suksess», skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo