Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Íslendski filmurin ’Hrútar’ (Veðrar) er um tveir brøður, sum eru bøndur og ikki hava tosað saman í 40 ár.

Í søguni er ridluskriði staðfestur í hagapørtunum, og brøðurnir, sum eru grannar, noyðast at samskifta.

Í dag fekk filmurin fyrstu virðisløn á altjóða flmstevnu í Zürich í Sveis.

Íslendingar hava meldað filmin til Oscarkappingina, sum verður hildin í Hollywood 26. februar í 2016. Um ’Hrútar’ kemur við í endaligu kappingina verður kunngjørt 14. januar 2016.

Íslendski filmurin ’Börn nátturinnar’ varð í 1991 millum teir fimm filmarnar, sum umboðaðu alla verðina og kappaðust um Oscarvirðislønina fyri besta útlendska film tað árið.

’Hrútar’, sum hevur vunnið fleiri virðislønir, verður vístur í Filmsfelagnum í Havnar Bio næsta ár.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo