Í morgun var íslendski forsetin Guðni Jóhannesson á vitjan hjá borgarstjóranum í Tórshavn.
Talan var um ein óformligan fund, sum hevur til endamáls at styrkja góða vinasambandið og samskiftið ímillum Ísland og Tórshavn.
Borgarstjórin vísti forsetanum runt í ráðhúsinum, og greiddi frá gongdini í Tórshavn seinastu árini.
Á fundinum umrøddu teir m.a. ferðavinnu og hvussu týdningarmikið og avbjóðandi tað er at finna eitt støðið, sum hóskar til smærri samfeløg og gagnar lokalumhvørvinum sum frægast.
Íslendski forsetin er, eins og borgarstjórin, áhugaður í ítrótti og var eisini væl kunnaður um góðu gongdina í føroyskum hondbólti seinnu árini.
Ísland hevur onga høll, sum er góðkend til altjóða hondbóltsdystir, og tí er bara spurningur um tíð, til Ísland ikki longur sleppur at spæla heimadystir í Íslandi. Í hesum sambandi greiddi borgarstjórin frá arbeiðinum við at byggja altjóða góðkenda stórhøll og legði skemtandi afturat, at hvør veit, kanska Ísland kann spæla sínar heimadystir í Havn, tá høllin er liðug um einar 20 mánaðir.
Aftaná vitjanina fór forsetin víðari til Mykinesar, og seinni í dag flýgur hann heim aftur til Íslands.
Myndir: Ólavur Frederiksen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo