Ísraelska verjan (IDF) sigur at 3300 rakettir eru skotnar úr Gazageiranum móti Ísrael higartil.
Sambært oberstloytnantinum Jonathan Conricus, sum er altjóða talspersónurin fyri IDF, verða tær flestu rakettirnar skotnar frá norðara partinum av Gazageiranum.
Ísraelska rakettverjan Iron Dome hevur sambært Conricus verið yvir 90 prosent effektiv.
Harumframt eru einar 450–500 av rakettunum endaðar á palestinsku síðuni av markinum, skrivar NTB.
Israel fights to protect its civilians.
— Israel Defense Forces (@IDF) May 18, 2021
Hamas uses civilians to protect itself. pic.twitter.com/J6WVye1Lqy
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo