Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ísrael fer at svara iranska álopinum seinsta samdøgrið, tað tykist greitt eftir at ísraelska krígs stjórnarráðið hevur sitið á fundi og viðgjørt støðuna.

- Allir møguleikarnir eru á borðinum. Vit ynskja ikki kríggj, men eru eisini til reiðar at taka neyðug stig tá vit verða álopin, sigur Benjamin Netanyahu við Sky News.

USA, sum er størsti sameindi hjá Ísrael, hevur sagt, at tað verður uttan hjálp frá USA, um Ísrael velur at leypa á Iran. Men Ísrael hevur gjørt tað greitt fyri USA, at talan verður um hevndarátøk, sum ikki eru "munandi". 

Nærum 99% av teimum 300 dronunum og rakettunum, sum Iran í gjár skeyt eftir Ísrael, vórðu skotnar niður. Iran hevur sagt, at um Ísrael ikki svarar aftur, so koma ikki fleiri álop hagani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo