Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvirgangsfelagsskapurin Hamas hevur mist harradømið yvir norðaru helvt av Gaza geiranum. Tað sigur talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Daniel Hagari, í ísrealskum sjónvarpi í dag.

 Hann segði eisini, at smáir skáar hava verið í bumbingini, so vanlig fólk kunnu flýggja suðureftir. Í dag eru 50.000 fólk flýdd suðurum.

- Tey rýma, tí tey skilja á lagnum, at lítið er eftir av Hamas norðanfyri, sigur Daniel Hagari.

Hvørki Ísrael ella USA vilja ganga við til eina veruliga vápnahvíld, tí tað fer at geva Hamas møguleikan at summa seg og leypa á av nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo