Ísrael lat í gjár upp sendistovu í Abu Dhabi, sum er partur av Sameindu Arabisku Emiratunum. Sendiharri er Eitan Na’eh.
Tað hendir eftir at londini fyri fýra mánaðum síðani samdust um at normalisera sínamillum viðurskiftini.
Seinni er so ætlanin at Sameindu Arabisku Emiratini skulu lata upp sendistovu í ísraelska býnum Tel Aviv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo