Italia og Frakland skrivaðu í gjár undir eina vinarlagsavtalu, sum skal samstarvið í fastar karmar "í einum ES sum broytist alla tíðina".
- Hesin sáttmálin innsiglar djúpa vinarlagið landanna ímillum, staðfesti franski forsetin, Emmanuel Macron, sum saman við italska forsætisráðharranum Mario Draghi, skrivaði undir avtaluna á italsku forsetaborgini, Quirinalpalassinum, í gjár.
Avtalan kemur samstundis sum vanliga maktjavnvágin í ES er við at broyast ella skeiklast, í samband við at Týskland fær nýggjan samveldiskanslara og Bretland er farið úr Europasamveldinum.
Vinarlagsavtalan hevur eisini ásetingar um búskap, vinnu, mentan, útbúgving, trygd og uttanríkispolitikk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo