Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum “Ítróttafagnaðurin”, ið hevur til endamáls at seta sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir og onnur, sum virka í føroyska ítróttaheiminum, feløgum og sambondum.

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á Ítróttafagnaðinum skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar "Ítróttanavnið" og "Ítrottastjørnuskotið".

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin "Ítróttafelagsskapurin" verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

"Ársins Ítróttaátak" verður latið einum persóni, felagi, sambandi ella øðrum, sum í árinum hevur tikið stig til eitt átak, ið styrkir, mennir og/ella nýhugsar ítróttin í Føroyum á serstakan hátt.

Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. Uttan øll tey, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Eldsálirnar hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru eldsálirnar, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka.

Heiðurslønin "Ítróttafyrimyndin" verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við sínum jaligum hugburði, bæði til venjing og kapping.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

Ítróttafagnaðurin 2022 verður leygarkvøldið 4. februar 2023 í Norðurlandahúsinum, og sjónvarpið hjá KVF sendir beinleiðis frá tiltakinum kl 20.

Freistin at senda innstillingar inn er sunnukvøldið 1. januar á midnátt.

Meiri kunning um heiðurslønirnar og leinkjur til innstillingar finnast her: https://isf.fo/tilfar/itrottafagnadurin/itrottafagnadur-heidurslonirnar/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo