Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: ‘Ferðaleiðari -  ískoytisvinna ella livibreyð’ er heitið á fyrilestri, ið Visit Runavík skipar fyri í næstum.

Hetta er fimti fyrilesturin um íverksetan innan ferðavinnu. Íverksetan hevur verið á breddanum í rúma tíð í Runavík og undirtøkan hevur verið sera góð. Sum íverkseti innan ferðavinnu eru fleiri spurningar, ið stinga seg upp. Ein nokk so týðandi spurningur er hvussu títt tilboð ella tænasta kann vera øðrvísi enn hjá øðrum.

Hesaferð verður sjóneykan sett á at gerast ferðaleiðari og spurningarnir, sum vit venda, eru m.a.: Hvussu skal tilgongdin vera? Er neyðugt við útbúgving ella eru persónligar søgur úr bygdini frá einum lokalum fullgóðar?

Kom framvið Bókasavnið við Løkin og hoyr hvørja leið onnur hava valt og fá íblástur.

Astrid Tórsdóttir Johannesen, ferðaleiðari og útlærd á skúlanum í Vestmanna, Jóanis Erik Køtlum, røktingarmaður í Funningi og Poul Johannes Reyná, bóndi í Elduvík, hava øll royndir sum ferðaleiðarar.

Tey hava ymiskar tilgongdir til starvið, men hjá øllum er tó talan um eina ískoytisvinnu, tí tey hava ikki starvið sum ferðaleiðarar sum sítt livibreyð.

Hetta kvøldið fara tey at greiða frá sínum royndum. Harumframt fer Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestmanna, at greiða frá hvussu undirvísingin á ferðavinnuskeiðnum bæði er teoretiskt og praktiskt skipað.

Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 18. mars frá kl. 19-21, og eru ókeypis.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo