Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í januar mánað í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn og hetta fara vit at seta fokus á við tiltaki og kjakfundi um íverksetan og innovatión

Fríggjadagin 17. februar frá kl 13:00 til 15:30 verður tiltak í Íverksetarahúsinum har íverksetan og innovatión í Føroyum verður sett í brennidepilin.

Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Á tiltakinum fríggjadagin verður fokus sett á íverksetaramentanina í Føroyum og kjakað verður um týdningin at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Hava vit í Føroyum eitt umhvørvið sum virðir tey sum tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd? Hava nýggjar vinnur bestu umstøður at spretta soleiðis, at nýggj arbeiðspláss verða skapt? Er íverksetaramentanin í landinum nóg sterk, og hvussu sær fullkomna framtíðarsamfelagið út við atliti til íverksetan og innovatión?

Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum og kjaki við luttøku av vinnulívsfólkum, landsog kommunupolitikarum, og endað verður við lítlari reseptión.

Skráin:

Kl. 13.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin

Kl. 13.10 Poul Michelsen, landsstýrismaður setir dagin

Kl. 13.20 Jógvan við Keldu, samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík – Upprunin og tankar
aftanfyri Íverksetarahúsið

Kl. 13.35 Jógvan Skorheim, borgarstjóri – Hvat fær ein býur sum Klaksvík burturúr at hava
fokus á íverksetan?

Kl. 13.45 Jutta Helgadóttir – Hoyrnin – Ein íverksetarasøga

Kl. 14.05 Bjartur Nolsøe, stjóri – Íverksetarahúsið í dag

Kl. 14.20 Kjak um íverksetaramentan og týdningin av íverksetan í Føroyum. Í panelinum sita:
Jan Ziskasen, Regin W. Dalsgaard og Árni Skaale

Kl. 14.45 Receptión og netverk
Kl. 15.30 Liðugt

Tiltakið, sum verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, er ókeypis, og øll eru hjartaliga
vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo