40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Týsdagin verður fyrsti partur av sendirøðini "Tá makrelurin broytti Føroyar" at hoyra í Útvarpinum, men høvuðspersónurin í føroyska makrelævintýrinum, Jacob Vestergaard, er ikki spurdur um nakað sum helst.

- Søgan 'Tá makrelurin broytti Føroyar' er ongantíð lýst samanhangandi og tað verður gjørt í hesu sendirøð, stendur at lesa í skránni hjá Útvarpinum um sendingina sum Kári Mikkelsen leggur til rættis.

VP vendi sær til tann mest sentrala persónin í sambandi við makrelin, Jacob Vestergaard, at fregnast eitt sindur meira um sendirøðina, men Jacob Vestergaard sigur í stuttari viðmerking, at hann er ikki spurdur um nakað sum helst.

- Eingin frá Kringvarpinum hevur tosað við meg.

- Og eg meti tað er manglandi trúvirði í eini sending um makrelin, tá ið ikki verður tosað við høvuðspersónin, sigur Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo