40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fríggjadagin 8. november var hátíðarhald í Klingruni, høvuðssætinum hjá Føroya Tele samtakinum í Hoyvík, í sambandi við, at Jákup Nielsen, leiðari á Kaðaldeildini, hevur 50 ára starvsdag.

Í november í ár eru nemliga 50 ár síðani, at Jákup Nielsen hevði sín fyrsta starvsdag í táverandi Telefonverk Føroya Løgtings.

Jákup var um konfirmatiónsaldur, tá ið hann byrjaði í starvi, og hevur gjøgnum longu starvsleið sína starvast á og havt ábyrgd av Kaðaldeildini.

Øll starvsfólk í Føroya Tele samtakinum vórðu boðin við til hátíðarhaldið umframt, at familjan og fyrrverandi starvsfelagar hjá Jákupi somuleiðis vóru við til løtuna.

Umframt røður og gávur, fekk Jákup Nielsen handað Den Kongelige Belønningsmedalje í samband við starvsdagin og drúgvu tænustu sína.  

Páll H Vesturbú, stjóri í Net helt hesa røðuna fyri Jákup:

Jákup Nielsen 50 ára starvsdag - Heiðursmerki frá drotningini fyri trúgva tænastu í 50 ár.

Vit hátíðarhalda í dag 50 ára starvsdag hjá Jákup Nielsen á NET, FT Net, Føroya Tele og Telefonverk Føroya Løgtings.

Jákup kom í starv á Telefonverk Føroya Løgtings í 1968. Hansara fyrsti leiðari var Svend á Grundini, sum sjálvur kom í starv hjá Telefonverkinum í 1918. Hettar vil siga at starvstíðin hjá teimum báðum tilsamans fevnir yvir 101 av teimum 113 árunum hjá fyritøkuni.

Í fyrstani var tað fyrifallandi arbeiði, sum Jákup fekst við. Eftir eina tíð fekk hann møguleika fyri at læra til montør, og hann arbeiddi so sum montørur í nøkur ár.

Arbeitt varð tá út frá bygninginum niðri á Bryggjubakka, har goymsla varð á niðastu hædd og verkstaður á næstu hædd. Í tveimum hæddunum uppi yvir helt Útvarp Føroya til. Onkuntíð hildu teir ov nógvan gang, og so rópti Niels Juel niður gjøgnum trappurnar og bað teir verða stillar, tí tað hoyrdist um alt Føroya Land.

Í 1972 varð arbeiðsstaðurin fluttur niðan í støðina á Tinghúsvegnum, sum varð bygd út árini frammanundan.

Tá Jákup byrjaði var automattelefon bert í Tórshavn, Runavík og Klaksvík. Í sjeyti-árunum bleiv automattelefonin útbygd til allar Føroyar. Hettar var ein spennandi tíð, har Jákup kom at taka lut í hesum arbeiði runt um í landinum.

Jákup hevur altíð havt áhuga fyri at tekna, prosjektera og planleggja. Hann prosjekteraði sítt fyrsta kaðalnet í 1975, og hettar var Múllerstrøð á Argjum. Síðan tá hevur hann teknað kaðalnetið til útstykkingarnar kring alt landi.

Í 1983 fór Jákup í farloyvi. Hann fór tá á Tekniska Skúla, har hann m.a. lærdi at tekna hús. Hann hevur hildið henda áhuga viðlíka, og tað standa nógv hús kring landið í dag sum Jákup hevur tekna.

Jákup umhugsaði møguleikan at fara at arbeiða á einari verkfrøðingastovu, tá hann var við at verða liðugur við útbúgvingina.

Tó var tað soleiðis, at stutt áðrenn útbúgvingin var liðug, ringdi stjórin á Telefonverkinum, Sólbjørn Jacobsen til hansara, og bjóðaði honum starv sum økisleiðari fyri Suðurstreym og Sandoynna. Jákup broytti tá sínar ætlanir, og tók av hesum tilboðnum. Hettar var í 1984.

Í 1996 fór arbeiðið í gongd at digitalisera telefonnetið, og Jákup bleiv tá spurdur um hann vildi verða ein av verkætlanar-leiðaranum í samband við hetta arbeiði. Hann játtaði hesum, hóast hetta kom sum ein eyka uppgáva oman á alt hitt sum hann gjørdi áðrenn. Hetta gekk fyri seg kring landið, og var sera spennandi, men eisini stravið.

Í 1997 bleiv Jákup ein dagin innkallaður til ein fund saman við leiðsluni, og hann bleiv tá spurdur, um hann kundi átaka sær at verða deildarleiðari fyri Kaðaldeildini. Í fyrstani varð hann ivasamur, tí hetta var ein stór deild við nógvum avbjóðingum fyri framman, men eftir at hava hugsa um hetta yvir eitt vikuskifti tók hann av hesum starvinum

Hetta er tað starvið sum Jákup hevur røkt síðani. Arbeiðsstaðurin hevur síðan 2004 verið her í Klingruni í Hoyvík.

Kaðaldeildin er í dag ein stór deild á NET, sum hevur ábyrgd fyri kaðalnetinum sum liggur kring alt landið, og knýtir bygdir, býir, húskir og virkir saman, og eisini sjókaðlum sum knýta oyggjarnar saman. Kaðalnetið er grundarlag fyri øllum fjarskifti í landinum t.d. breiðbandi og fartelefontænastum.

Tey árini sum Jákup hevur verið leiðari av deildini, er stórur partur av netinum útbygt av nýggjum sum fipurnet, og nú er so farið í gongd við tað næsta stóra takið, at leggja fipurnet út til øll húskir og virkir í landinum.

Gjøgnum tíðina eru nógv ting broytt, og nógvar av uppgávunum hava verið spennandi og krevjandi, og hava kravt serligar og kreativar loysnir.

Ein serlig avbjóðing er tá brek er komið á okkara innanoyggja sjókaðlar, og hetta hendir tíverri av og á. Har bleiv funnið upp á at brúka vaktar & Bjargingarskipið Brimil sum umvælingarskip, har Brimil bleiv útgjørdur við kaðalspæli og verkstaði í einari bingju.

Ein serlig støða var, tá nýggi undirsjóvartunnilin til Strendir, skuldi koma upp júst har sum tøknihúsið á Strondum stóð. Tað var tá ikki heilt upplagt hvussu hesin trupulleiki kundi loysast. Loysnin bleiv so at tøknihúsið við allari útgerðini í bleiv flutt við kranabili og kaðalnetið varð umlagt hareftir. Allar kreftir á fleiri deildum á NET blivu settar til uppgávuna og alt hetta bleiv gjørt yvir ein dag, og uttan at kundarnar á Strondum merktu stórvegis órógv.

Oddvør Johansen skrivar í søguni “Bella Katrina” um telefonnetið í Havn, at hetta “var ein ótrúlig og fløkjalig søga fyri seg. Leysasøgur søgdu, at endarnir vóru túsundtals og at lítið og einki var kortlagt, og at tað tá til stykkis kom, bara vóru einir tríggir mans, sum høvdu hylling á at finna ein enda, um okkurt skuldi verið galið.”

Hesir menn, sum Oddvør skrivar um eru helst fyrrnevndi Svend á Grundini og brøður hansara. Talan kundi tó verið um Jákup, tí hann er helst tann persónur, sum í dag best veit um kaðalnetið í høvdinum, ikki bert netið í Havn, men kring alt landið. Netið tó í dag væl og virðiliga skrásett í skipanum okkara.

Vit vilja takka Jákup fyri árini her á NET, FT Net, Føroya Tele og Telefonverkinum. Vit sum arbeiða saman við Jákup kenna hann sum sera nærlagdan og dugnaligan í sínum arbeiði og í røkt av sínum ábyrgdarøki. Stóra takk fyri tað.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo