40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í dag, mikudag, skipar Filmsfelagið fyri útferð úr Havn til Mikladals, har nýggi James Bond Filmurin “No Time To Die” verður sýndur í hugnaligu húsunum hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag.

 

Sýningin er B2B, sum merkir at hon er eftir Business-to-Business leistinum, fyri innbodnum fakfólki. Eingi atgongumerki verða seld við dyrnar og loyvt er ikki at reklamera við filminum. Sama verður gjørt á norskum, írskum og italskum locations, har upptøkur er gjørdar, sum verða brúktar í filminum.

 

Barbara Broccoli, stjóri í EON Productions sigur, at B2B sýningin á hesum trimum úrvaldu støðum í Evropa verður framd fyri at skapa ein lokalan linna fyri tí ótta, sum koronasittan hevur skapt, serliga á útoyggj. 

 

Aftaná sýningina í Mikladali, sum byrjar stundisliga klokkan 16 GMT og varir tveir tímar, verður farið norður á Nes, haðani gingið verður út á Kallin.

 

Mikladals sóknar fráhaldsfelag varð stovnað í 1883 av teimum trimum Absalon Guttormson í Útistovu á Trøllanesi, Andrasi í Útistovu í Mikladali og Peturi uppi í Tungu í Mikladali. Felagið í Mikladali byggir á fráhaldslyftið.

 

Filmsfelagið varð stovnað í 1962 av teimum trimum Eyðun Johannessen, Fraser Eysturoy og Erling Simonsen.

 

Formaðurin í Filmsfelagnum heldur tað vera eitt fínt høvi at skipa fyri mikudagsútferð til Mikladals at síggja mest umrødda film í felag.

 

- Hetta er heilt fantastiskt, sigur formaðurin, ið minnir innbodnu gestirnar úr Havn staðiliga á, ikki at hyggja í kamera, tá Ø-Kul-Media fer at gera dronuupptøkur yvir Kallinum í kvøld. Zooma verður nevniliga niður á øll tey innbodnu gongufólkini, sigur formaðurin, og minnir á at vera í góðum fjallastivlum.

 

Upptøkurnar av Kallinum verða stroymdar beinleiðis á heimasíðuna hjá Dynamitt, har øll við FO-domenunavni kunnu síggja upptøkurnar. Orkestrið úr Klaksvík hevur gjørt norðurlendska eyðkennislagið til nýggja James Bond filmin “No Time To Die”, sum í Filmsfelagnum verður sýndur undir heitinum “Vit vilja ongantíð doyggja” hin 12. november, tá almenningurin fær høvið at síggja filmin.

 

Í kvøld verður á sama hátt stroymt úr Írlandi og Italia, so tað sæst á somu síðu hjá Dynamitt í kvøld klokkan 22 føroyska tíð.

 

Sí skrá her

 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo