Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroya Tele: Jan Ziskasen, sum hevur verið samtaksstjóri í Føroya Tele seinastu átta árini, er farin úr stjórasessinum.

William Joensen, fíggjarstjóri, fer fyribils at røkja stjórastarvið. Samtaksnevndin hevur samtykt at seta út í kortið av nýggjum, og í hesum sambandi eru partarnir samdir um at fara hvør til sítt.

Jan Ziskasen er tískil eisini farin úr nevndum í dótturfeløgum hjá Føroya Tele, har hann hevur havt sæti.

Nevndarlimir í samtaksnevndini røkja fyribils nevndarsessirnar, sum samtaksstjórin hevur havt.  

Nevndin fer at seta nýggja kós fyri samtakið, har dentur m.a. verður lagdur á, at Føroya Tele einhvørja tíð virkar í samsvari við kappingarreglurnar á fjarskiftisøkinum.

- Tað skal eingin ivi vera um, at Føroya Tele í framtíðini bæði er ein frílyntur kappingarneyti á fjarskiftismarknaðinum, samstundis sum netparturin í samtakinum verður skipaður so neutralt sum gjørligt mótvegis øllum leikarum á føroyska fjarskiftismarknaðinum, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele.    

Ein menningartilgongd verður sostatt sett í verk í samtakinum, og tá henda tilgongdin er liðug, fer nevndin at søkja eftir nýggjum samtaksstjóra.

- Vit takka Jan Ziskasen fyri trúgva tænastu og stóra arbeiðið, hann hevur gjørt fyri Føroya Tele hesi átta árini, hann hevur verið samtaksstjóri. Vit ynskja honum blíðan byr víðari, sigur Bjarni Arnason.

Føroya Tele er ein týðandi fyritøka í føroyska samfelagnum, og nevndarformaðurin er sannførdur um, at tilgongdin, sum nú fer av bakkastokki, fer at gagna bæði kundunum, starvsfólkunum og samtakinum.

- Føroya Tele hevur dugnalig starvsfólk, og her liggja spennandi avbjóðingar fyri framman. Nú fara vit at hugsavna okkum um menningarmøguleikarnar, staðfestir nevndarformaðurin í Føroya Tele.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo