40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

07 Vestur: Nú er eisini greitt at Janus Svabo Samuelsen heldur fram í 07 Vestur. 23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd.

Janus er uppvaksin í MB og hjá okkum 07 Vestur, men hevur eisini 1 ár hjá Brøndy, har hann var til at vinna DM. Afturkomin úr Danmark á sumri í 2016, fekk hann sín fyrsta dyst á besta liði okkara nærum beinanvegin, sum 17-ára gamal, og spældi 7 dystir og skoraði 3 mál.

Tá 07 Vestur í 2018 fluttu niður í 1. deild flutti Janus inn á Skála og síðan til AB, har hann leikti hesi bæði árini 2019 og 2020. Hetta seinna árið í AB gekst ikki væl í hond og Janus var nærum ikki at síggja á vøllinum eftir summarsteðg, og so til í summar, tá hann kom vestur aftur.

Bóltsterki og klóki miðvallarin sær tó út til at hava fingið trúnna uppá seg sjálvan aftur, og vit byrjaðu at síggja tann rætta Janus aftur móti endanum av kappingini. Og einki er at ivast í, at Janus hevur nógv at bjóða í 07 Vestur komandi árini.

Tilsamans hevur Janus spælt 98 dysti í Betri Deildini, nakrar í 1. deild og so eisini 23 ungdómslandsdystir í aldursbólkunum U17, U19 og U21.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo